Tað er ógvusligt virksemi í Klaksvík í dag, summi halda frí, ímeðan nógv stríðast við at rigga alt til til Norðoyastevnuna, sum verður sett í kvøld Kl. 18.15 í tivoliøkinum norðanfyri fótbóltsvøllin.
Dystur hevur verið á Djúpumýru í morgun ímillum næmingar og lærarar. Við springvatnið, sum Frithjof Joensen, sáli evnaði til í Vági hugnaðu skúlanæmingar sær óført og í Mentanarhúsinum, gamla posthúsinum bleiv arbeitt av lívsins kreftum at fáa eina summarlistaframsýning upp at standa.
Allastaðni har tú vendir tær í býnum er ein ógvuslig stákan. Ikki minst er veðrið til vildar. Í dag er stilli, turt og nakað av toku. Í morgin siga veðurmenninir frá, at tá skal vera upp aftur betur veður so helst fer Norðoyastevnan í ár at sláa vitjanarrekordir.




