Eftir at hann hóskvøldið misti vónina at vinna sær tann triðja IM-normin, gjørdi Heini Olsen fríggjadagin rættiliga bart við at vinna á einum av oddamonnunum í kappingini, altjóða meistaranum IM Sammalvuo Tapani.
Tað skuldi ikki verða á hesum sinni, at Heini Olsen fekk triðja IM-normin, men tá ið tað er sagt, so skal eisini leggjast afturat, at hann hesa kappingina hevur telvað sera væl og hevur prógvað, at hann væl kann telva upp ímóti teimum sterkastu, íroknað stórmeistarum, um tað skal verða.
Givið er, at tað var eitt vónbrot, tá ið IM-vónin brast hósdagin, men Heini gjørdi tað einasta rætta, nevniliga at lata vónbrotið ganga út yvir sín næsta mótstøðumann, sum hann møtti fríggjadagin.
Framman undan fríggjadegnum hevði finski IM Sammalvuo Tapani longu savnað sær 5 stig og var ein av teimum fremstu í kappingini, men hetta legði Heini líka í, og eftir 32. leikin hjá Olsen legði Tapani kongin.
Heini hevur nú íalt 3½ stig áðrenn síðsta umfar í kappingini, sum verður telvað leygarmorgunin kl. 09:30 har Heini og Martin Poulsen møtast.
Altso eingin IM-normur til Heina á hesum sinni, men framúr sterk telving – tað kann eingin taka frá honum. Flott, Heini!
Nú er Olaf Berg
komin í gongd
Tað tók sína tíð, áðrenn Olaf Berg byrjaði at fáa stig í Klaksvík International, men í 7. umfari vann hann á einum stórmeistara, GM Ralf Åkesson, og góða gongdin hjá Olafi helt fram í 8. umfari fríggjadagin.
Olaf hevði svarta fólkið móti altjóða meistaranum, IM Esben Lund, sum hevur staðið seg væl í hesi kappingini og hevur íalt 5 stig undan síðsta umfari.
Úrslitið av talvinum millum Esben og Olaf var javnleikur eftir 34 leikir.
Hóast hann liggur niðast á stigatalvuni, hevur Olaf við teimum báðum seinastu úrslitunum betrað munandi um sína støðu og sítt avrik í kappingini, har hann nú hevur íalt 1½ stig.
Næstniðastur á stigatalvuni undan síðsta umfari er Martin Poulsen við 2 stigum. Martin tapti fríggjadagin fyri sterka bretanum, stórmeistaranum GM Gawain Jones.
Tveir stórmeistarar
ovastir á stigatalvuni
Nú bert eitt umfar restar at telva, er støðan í Klaksvík International 2008 henda:
01) GM Sarunas Sulskis 6,0 stig
02) GM Gawain Jones 5,5 stig
03) IM Esben Lund 5,0 stig
03) IM Tapani Sammalvuo 5,0 stig
05) GM Ralf Åkesson 4,5 stig
05) FM Daniel Semcesen 4,5 stig
07) FM Heini Olsen 3,5 stig
07) GM Miroslaw Grabarczyk 3,5 stig
09) Martin Poulsen 2,0 stig
10) Olaf Berg 1,5 stig
Seinasta umfar verður telvað leygardagin kl. 09:30, og virðislønarhandanin verður kl. 14:00.




