Eftir sigur á Olaf Berg í 5. umfari mikumorgunin hevði Heini Olsen eitt gott útgangsstøði áðrenn harða dystin ímóti stórmeistaranum GM Sarunas Sulskis mikukvøldið, og hetta talvið gjørdist eisini spennandi, men tíverri mátti Heini at enda lúta.
Úrslitini í 5. umfari, sum varð telvað mikumorgunin, vóru hesi:
GM R. Åkesson – GM G. Jones ½-½
IM E. Lund – GM M. Grabarczyk ½-½
Olaf Berg – FM Heini Olsen 0-1
GM S. Sulskis – Martin Poulsen 1-0
FM D. Semcesen – T. Sammulvuo ½-½
Við sigrinum á Olafi Berg kom Heini Olsen upp á 2½ stig í kappingini higartil, meðan Martin Poulsen varð verandi á 2 stigum eftir ósigur móti sterka stórmeistaranum GM Sarunas Sulskis.
Tað var tí ógvuliga spennandi at fylgja Heina í tí sera torføra dystinum móti GM Sarunas Sulskis í 6. umfari mikukvøldið.
Talvið teirra millum vardi eisini rímiliga leingi, og spentir áskoðarar vóru eisini ofta inni og mettu um støðuna millum Heina og Sulskis.
Men, tíverri fyri Heina, endaði uppgerðin við, at stórmeistarin var omaná og fór avstað við stiginum.
Hóast ósigurin mikukvøldið hevur Heini Olsen framvegis møguleikar at vinna seg upp á tey 5 stigini, sum geva honum tann triðja IM-normin, ið skal til fyri at Heini verður altjóða talvmeistari.
Heini hevur nú 3 umfør eftir, har hann skal vinna 2½ stig fyri at náa upp á 5 stig íalt. Tað sjálvandi als ikki lætt, tvørturímóti, men ógjørligt er tað væl heldur ikki.
Hósdagin er FM Daniel Semcesen mótstøðumaðurin hjá Heina, sum hevur telvað væl, og sum mikukvøldið vann á Martini Poulsen.
Hesin Daniel er í líknandi støðu sum Heini, tí hann er heldur ikki altjóða meistari og stríðist tí, eins og Heini, fyri at vinna sær ein IM-norm. Við sigrinum á Martini mikukvøldið kom Daniel upp á 3 stig, so hann er eitt hálvt stig framman fyri Heina, nú teir báðir møtast í morgin, hósdagin.
Sostatt er einki annað hjá Heina at gera nú enn at fara eftir sigrinum, tí eydnast tað, so er brádliga aftur vón fyri IM-norminum aftur, hóast fleiri súðir eru eftir at syfta.
Í skrivandi løtu eru hesi úrslit komin í 6. umfari:
Martin Poulsen – FM Daniel Semcesen 0-1
FM Heini Olsen – GM Sarunas Sulskis 0-1
GM Gawain Jones – IM Tapani Sammalvuo ½-½
GM Miroslav Grabarczyk – Olaf Berg (ikki liðugt)
GM Ralf Åkesson – IM Esben Lund (ikki liðugt)




