Teir kennast sera væl, men týsdagin vildu bæði Martin og Olaf vinna innanhýsis talvdystin.
Eftir at Olaf var komin nakað betur frá byrjan í talvinum, kom Martin so smátt fyri seg og fekk at enda yvirtakið og vann.
Talvið millum teir báðar vinmenninar var føroyska lokaluppgerðin í 4. umfari í Klaksvík International, meðan Heini Olsen telvaði javnt ímóti IM Esben Lund úr Danmark.
Mikudagin verður aftur ein føroysk uppgerð, tá ið Heini Olsen og Olaf Berg taka talvdystin upp fyrrapartin í fimleikarhøllini.
Úrslitini í 4. umfari:
GM G. Jones – FM D. Semcesen 1-0
IM T. Sammalvuo – GM S. Sulskis 1-0
Martin Poulsen – Olaf Berg 1-0
FM Heini Olsen – IM Esben Lund ½-½
GM M. Grabarczyk – GM R. Åkesson ½-½
Nakað óvæntað tapti GM Sarunas Sulskis, sum higartil hevur fingið fult stigatal, á IM Tapani Sammalvuo úr Finlandi.
Nú eru ikki færri enn 3 telvarar á odda í kappingini við 3 stigum í part: T. Sammalvuo, S.Sulskis og Ralf Åkesson.
Fremstur av føroyingunum er Martin Poulsen við 2 stigum, meðan Heini Olsen hevur 1½ stig.
Í morgin verður dupultumfar. 5. umfar verður telvað fyrrapartin kl. 10.00 og seinnapartin kl. 18.00 er 6. umfar á skránni.
Fyrrapartin hevur Olaf Berg hvíta fólkið ímóti Heina Olsen, meðan Martin Poulsen við svarta fólkinum skal royna seg ímóti stórmeistaranum Sarunas Sulskis
Seinnapartin hevur Heini tørn at taka ímóti GM Sarunas Sulskis, har Heini hevur hvíta fólkið, Olaf Berg hevur svarta fólkið móti einum øðrum stórmeistara, GM Miroslaw Grabarczyk, og Martin Poulsen telvar við hvítum ímóti FM Daniel Semcesen.




