Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvík National 2008: Slóðbrótandi svimjikapping

Norðlýsið ÍTROTTUR

Eftir intensar fyrireikingar í nakrar vikur bjóðaðu Svimjisambandið og Svimjifelagið Ægir leygardagin 15. mars 2008 til eina svimjikapping, sum ongantíð áður er fyriskipað í Føroyum.

Tey, sum eitt sindur til svimjikappingar, vita, hvussu langdrigið tað mangan er at sita og bíða, meðan riðil eftir riðil svimur seg ígjøgnum drúgvu skránna fyri kappingina, har ymiskir aldursbólkar skiftast um at kappast í ymiskum svimjigreinum og teinum.

Skráirnar fyri hesar traditionellu svimjikappingarnar fevna aloftast um heil vikuskifti, frá fríggjakvøldi til sunnudag.

Men soleiðis var tað ikki í hesi kappingini.

Klaksvík National 2008 var sett saman sum ein nútímans, intens, undirhaldandi og spennandi kapping.

Íblásturin til kappingina kemur frá donsku kappingini ”Køge Open”, har svimjifeløgini í Eysturoy og Norðoyggjum hava vitjað nakrar ferðir seinnu árini.

Klakvík National er miðvíst sett saman við tí fyri eyga at geva bæði svimjarum og áskoðarum eina serliga góða uppliving.

Eitt nú fevnir kappingin bara um stutt-teina kappingar, tvs. bara 50m teinar (2 longdir), sum ger, at tað er sera stutt millum hvørja kapping, svimjararnir svimja við fullari ferð, og eru oftast sera javnir.

Harafturat hevði Klaksvík National eitt ljóð- og ljósshow sum part av undirhaldinum, og eisini var ein stórskermur, sum vísti kappingina beinleiðis, so áskoðarin betri fekk fylgt við.

Á henda hátt var finalan í Klaksvík National 2008 ein intens, undirhaldandi og sera spennandi kapping at vera við til sum áskoðari, har bíðitíðin millum kappingarnar var lítil og ongin, og har góður tónleikur og endurtøkur á stórskerminum vóru við til at geva áskoðaranum eina góða heildaruppliving.

Svimjifelagið Ægir er fyriskipari av Klaksvík National í samstarvi við Svimjisamband Føroya, og sum skilst á teimum, so verður talan um eina árliga afturvendandi kapping.

Kappingin varð væl stuðlað av fyritøkum, og uttan hesar stuðlar hevði kappingin ikki latið seg gjørt.

Dyggi stuðulin fór m.a. til at rinda fyri leigu av ljóð- og ljós-útgerð og til peningavirðislønir.

Allir gull-vinnarar fingu gávukekk á Kr 150,- frá fyritøkuni SKARÐHAMAR.

Allir silvur-vinnarar fingu gávukort frá Sportmaster á Kr 70,-

Allir bronsu-vinnarar fingu gávukort frá Sportmaster á Kr 50,-

Harleyfacadeacryl