Seinastu árini er ferðavinnan í Føroyum vaksin sera nógv. Hetta kunnu vit gleðast um, men hvat kunnu vit í Klaksvík bjóða okkara ferðafólkum?
Somuleiðis er ferðavinnan í Klaksvík voksin sera nógv. Her koma nógv ferðamannaskip og nógvir turistar, og hetta hevur sett sín dám á býin um summarið.
Vit hava nógv at bjóða okkara ferðafólkum. Tað nýggjasta er kópakonan, sum er blivin víðagitin, síðan hon bleiv sett upp á sjómannadeginum fyri fáum árum síðan. Vit kunnu staðfesta, at hetta hevur økt nógv um ferðafólkatalið til Kallsoynna.
Vit eru ríkaði við nógvari søgu her í Klaksvík. Tað vildi tí verið upplagt at gjørt eitt torg, har ferðfólk og fólk í Føroyum fingu eina frágreiðing og innliving í, hvussu Klaksvíkin hevur verið, og hvørjum vit hava livað av. Tá hugsi eg serliga um fiskivinnuna. Har kundi man víst fram, hvussu saltfiskur bleiv arbeiddur til, hvussu menn landaðu sluppinar, og hvussu flotin og virkir hava ment seg upp gjøgnum tíðina.
Læknastríðið er nakað, sum hevur sett síni søguspor í Klaksvík. Hetta stríð, sum setti eina so lítla bygd á heimskortið, man vera eindømi, tí tað eru neyvan fleiri dømir um eitt so lítið samfelag, sum hevur havt so nógv stríð av einum lækna. Vit áttu at havt eitt væl útgreinað savn og frágreiðing um, hvussu læknastríðið gekk fyri seg bæði til okkara ferðafólk, okkara ungdóm og fólk í Føroyum annars.
Og so er tað okkara framúrskarandi náttúra, sum er so serstøk og fantastisk. Eg trúgvi neyvan, at nakað ferðafólk, sum kemur hendan vegin, hevur upplivað eina so vakra náttúru, sum vit
hava her í Føroyum – og kanska serliga her í Norðoyggjum. Norðoyggjar eru stórbærar og flottar at ferðast í. Enniberg er heimskent eins og onnur støð á okkara vakra oyggjalandi.
Tað eigur eisini at vera møguligt hjá ferðafólki at sleppa í bjørgini eftir fugli, seyði og eggum.Fleiri góð pláss eru at bjóða fram runt allar Norðoyggjar. Ferðasambandið er gott bæði við buss og báti, og tí eigur tað at vera eitt upplagt tilboð. Sjálvandi eiga ferðafólk sleppa at uppliva lívið her í Føroyum, og hesum vil eg arbeiða fyri
Hallstein E Jacobsen
Býraðsvalevni fyri Fólkaflokkin í Klaksvíkar Kommunu.




