Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Klaksvík og framtíðin

Annika S. Biskopstø, býráðslimur

Tann lívsorkan og teir framtíðardreymar, sum fylti Varpið týskvøldið, er ein kærkomin vón hjá okkum øllum, sum vilja byggja land og bý.

 

Í sambandi við Virkið Vár, var í vikuni tiltakið ”Okkara framtíðar Klaksvík”. Og lat meg beinanvegin siga, at hetta kvøldið kendi eg meg bæði tyngda og upplyfta í mínum leikluti sum fólkavald her á staðnum.

Tað var sanniliga ríkandi at hoyra tykkara góðu hugskot. Tí fyri politikarar og embætisfólk her í Klaksvík er tað av alstórum týdningi at fáa góðar og erligar meiningar frá okkara borgarum um, hvat er gott ella minni gott her í kommununi.

Brennandi spurningurin er tó, hvat hendir, tá ið øll eru farin hvør til sítt, og ein nýggjur dagur bankar á tungu býráðsdyrnar.
Eg má siga, at eg var so deiliga samd í tí nógva, sum varð ført fram hetta kvøldið. Men hetta var ein eitt sindur undarlig kensla, tí sjálv havi eg mangan følt meg einsamalla í býráðshøpi, serliga tá man tosar um býarinnrættan, umhvørvið, trivnað, varðveiting og tilflyting. Men uppleggini frá fundinum boðaðu frá góðum. Og takk fyri tað!

Ungir borgarar hava viðkomandi og spennandi ætlanir fyri býin og seta krøv. Og vit hava sum politikarar skyldu at lurta og lofta teimum góðu hugskotunum. Og so mugu vit eisini handla! Politiskt ráðaloysi og umsitingarligt drál byggir ongan bý.

Tað er onki at ivast í, at Klaksvík hevur nógv gott at bjóða. Men býurin kann gerast hugnaligari og vinarligari fyri øll. Eisini tey, sum ynskja at súkkla, ganga ella at steðga á framvið vegunum. Býurin kann eisini gerast rúmligari, og í størri mun eiga vit at dyrka tað fjølbroytni sum er.

Og her mugu politikarar og umsiting ikki sova í tímanum. Aldursbólkurin, tey 20-35 ára gomlu ynskja ein sprettandi og livandi bý, har menniskjan verður raðfest framum bilarnar.
Tað er sjón fyri søgn. Alsamt fleiri ynskja eina meira grøna, fagurfrøðiliga og skynsama býarplanlegging. Her skal vera tættleiki, vøkstur og trø, ein tálmað bleyt ferðsla, hugnalig torg, sniðgøtur og minni av óruddi.

Klaksvík skal ikki einans vera ein framleiðslubýur við longum havnum og tungari ferðslu, men í størri mun eisini eitt trygt og vakurt stað til familjur, sum eiga børn sum skulu í skúla og í barnagarð. Ungdómurin skal eisini føla seg væl og síggja eina framtíð her á staðnum. Hetta skal verða tann góði býurin við mentanarligari atdráttarmegi, har fólk hava møguleika at arbeiða, búgva og njóta sína frítíð.. og alt hetta eiga vit eisini at kunna krydda við einum góðum feskum fiskabita, frá onkrum lokalum útróðrarbáti, á einari fínari matstovu viðhvørt.

Møguleikarnir eru nógvir. Saman mugu vit hyggja frameftir. Og í felag gera vit dreymar til veruleika!

 

Annika S. Biskopstø

Býráðslimur, Klaksvíkar Býráð