Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvík og Kunoy gjørt avtalu um eldsløkking

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Klaksvíkar og Kunoyar kommunur undirskrivaðu mánadagin 24. november undir samstarvsavtalu um eldsløkking á sløkkiliðstøðini í Klaksvík

Hetta er ein avtala, sum hevur verið á veg rættiliga leingi, men av ymiskum orsøkum hevur drigið út.

Avtalan merkir í stuttum, at nakað av sløkkiútgerð skal setast í Kunoy, sum bygdafólkið verður lært upp í at nýta, soleiðis at tey hava møguleika at gera ein mun sjálvi, til Klaksvíkar sløkklið kemur á staðið.

Undirskrivað avtaluna hava:

Heini O. Heinesen fyri Kunoyar kommunu
Steinbjørn O. Jacobsen fyri Klaksvíkar kommunu
Petur á Lava Olsen fyri Brunaumsjón Landsins
 
(Kelda: www.klaksvik.fo)