Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvík ókeypis í Føroyahúsinum

Jóhann Lutzen

Fyrireikingarnar til áhugaverda tiltakið Uppliv Klaksvík í Føroyahúsinum, eru í hæddini. Í gjár varð fundur har umboð fyri Íverksetarahúsið, kommununa og vinnunua luttóku

Fyrireikingarnar til áhugaverda tiltakið Uppliv Klaksvík í Føroyahúsinum, eru í hæddini. Í gjár varð fundur har umboð fyri Íverksetarahúsið, kommununa og vinnunua luttóku

– Vit ætla at spenna okkum út við tiltakinum, har vit fara at vísa á risastóra potentiale, sum liggur í Klaksvík. Ung sum júst eru liðug at lesa hava góðar møguleikar at skapa sær eina tilveru í Klaksvík og eisini at gera eitt inntrykk í kommununi, sigur Sóley Hammer.

Uppliv Klaksvík í Føroyahúsinum

Tiltakið er skipað við smáum fyrilestrum, men harafturat ber eisini til at smakka Norðoyggjar. Kvøldið endar við einum braki, har tú kanst netverka og njóta fisk og kips frá JFK, royktan makrel og roykta sild frá Christiani í Grótinum og ymiskt drekkandi frá Føroya Bjór. Afturvið fært tú vælumtókta klaksvíksbólkin Danny and the Veetos.

Á tiltakinum kanst tú eisini tryggja tær pláss til Føroya størsta tónleikatiltak, tí Summarfestivalurin burturlutar fimm atgongumerki millum luttakararnar.

Tiltakið er ókeypis og verður hósdagin 20. apríl frá kl. 19:00 til 22:00 og øll eru hjartaliga vælkomin.