Nógvir borgarar í Klaksvík dáma væl at røra seg, at íðka. Treystið er eitt hitt stórsta rennifelagið í landinum, KÍ tað størsta fótbóltsfelagið, Klaksvík hevur tvey hondbóltsfeløg, eitt fimleikarfelag, flogbóltsfelag og Full-Power stendur í føgrum blóma, og vit kundu hildið á at ramsa upp. Kanska Klaksvíkar Kommuna burdi fara at umhugsa eina serstaka tænastu, ið bjóðar borgarunum vatn?

Keypmannahavn: Nýggir vatnkranar á Amager bjóða rennarum, íðkarum og fólkið annars ókeypis og umhvørvisvinarligt vatn alt døgnið. Tær nýtist ikki at hava vatnfløsku við tær, tá ið tú fert ein rennitúr.
Kommunan í Keypmannahavn hevur sett upp nossligar vatnkranar ymsastaðni í kommununi. Her ber til at síggja hvar.
Kommunan í Keypmannahavn hevur gjørt hesa tænastuna saman við felagsskapinum, ið kallast HOFOR (Hovedstadsområdets Forsyningsselskab). HOFOR kannar dagliga vatnið fyri bakteriu og tryggjar at góðskan er í lagi.
Vatnið er eisini veðurlagsvinarligt, við tað at vatnið ikki verður koyrt runt í lastbilum, sum útláta CO2.
So venda vit nøsina heimaftur á klettarnar og til Klaksvíkar. Hevði ikki verið hugskot at sett líknandi vatnkrana/r út eftir Oyrarvegnum, eftirsum at hesin vegurin dag og dagliga verður niðurtrampaður av virkisfúsum íðkarum?
Sjálvt um føroyska náttúran hevur nátturúgivnar “vatnkranar”, høvdu omanfyristandandi vatnkranar heilt víst verið eitt hugskot. – Áðrenn vit vita av, hevur Heðin Mortensen sett slíkar upp í Havn.