Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvík sum mentanardepil

John William Joensen

Klaksvík er kend sum fiskivinnubýur føroyinga, og her eru komnar stórar inntøkur ígjøgnum nógv ár, sum aftur hava givið nógv av sær til allar Føroyar.

Ofta hevur verið tosað um, at í Klaksvík stendur tann mentanarligi parturin ikki mát við tann vinnuliga, tí er tað av størri týdningi enn vit mangan geva okkum far um, at okkara býur eisini mentanarliga eigur eldsálir, sum megna at skapa stór tiltøk.
Eitt mentanartiltak sum Summarfestivalurin setir býin á heimskortið og ger, at føroyingar úti um landið hava høvið at koma til Klaksvíkar og uppliva okkara bý. Eins og festivalurin við heimskendum nøvnum eisini er við at selja og gera vart við okkara vakra bý.
Eitt og hvørt øki sum skal gera vart við seg, er samansett av so mongum tættum.  Heildin verður ikki fullkomin fyrrenn vit eru sterk – umframt á tí vinnuliga økinum – eisini innan mentan, útbúgving og samfelagsliga annars. Tað hevur ikki minni stóran týdning nú, vit fáa fast samband við meginlandið og í hesum tíðum so nógv verður tosað um alheimsgerðing.
Eg vil fegin sum formaður í Mentanarnevnd Klaksvíkar Býráðs veita eina stóra tøkk til tykkum í festivalnevndini, Steintór Rasmussen, Jonhard Hammer, Tummas Paula Mýri, Eyðun Klakstein og Erik Biskopstø fyri hetta megnararbeiði tit hava gjørt, annað árið á rað. Vónandi verður hesin festivalur afturvendandi í nógv ár frameftir.
Eisini vil eg heilsa tykkum øllum, sum eru komin úr bygd og býi til Summarfestivalin við vón um eitt gott vikuskifti við ríkum upplivingum.

Gunvá við Keldu
Formaður í Mentanarnevnd
Klaksvíkar Býráðs