Hetta seinasta árið hava vit sæð, at Tjóveldi og Javnaðarflokkurin, sum sita í løgtinginum, er sera íðin eftir at taka meir pengar úr vinnuni, enn gott er. Vit vita eisini, at okkara høvuðsvinna, fiskivinnan, er í høvuðsheitum uttan fyri Havnina, har stórur partur av fiskivinnuni er í Klaksvík.
Í hesum døgum verður fíggjarlógin dúgliga togað hendan og handan vegin. Vit síggja í henni, at tær íløgurnar, sum landið ætlar sær at gera, eru so at siga allar í Tórshavn, men hvussu verða hesar íløgur fíggjaðar? Tað er nevniliga okkara høvuðsvinna, fiskivinnan, sum skal gjalda.
Pengarnir verða tiknir úr vinnuni, tað vil siga eisini úr klaksvík, fyri síðani at verða givnir útaftur við hinari hondini til Tórshavn. Hetta hendir, meðan onkur av okkara býráðspolitikarum sita í somu samgongu sum tey, sum ætla at draga nógvar pengar úr fiskivinnuni og suður til Havnar at gera íløgur fyri, og hetta verður góðtikið frá teirra síðu.
Hesir pengar skapa stórar ringvirkningar her í Klaksvík: smiðjur, proviant, olja, landing og nógv annað avleitt virksemi, sum er av hesum skipum. Hetta er tað, okkara politikarar royna at taka fra okkum, men vit mugu standa saman um at verja okkum ímóti, at hetta ikki hendir.
Vit í Klaksvík eiga at standa saman um at verja okkara vinnulív, sum eigur lívið í okkum her norðri. Vit eiga ikki at lata standa til ella góðtaka, at hesir pengar, sum skapa stórar ringvirkningar í okkara lokalsamfelagi, verða tiknir úr vinnuni og fluttir til høvðustaðin at gera íløgur við. Hesir pengar hava tað best, tá vinnan sleppur at arbeiða við teimum. Vinnan er tann, sum dugir best at fáa mest møguligt burtur úr pengunum.
Lati okkum tí standa saman um okkara vinnulív og bý. Vit eiga ikki at standa á síðulinjuni og hyggja at, meðan Tjóveldi og Javnaðarflokkurin á odda royna at drena okkara vinnulív.
Tí er tað alneyðugt, at Klaksvíkar Býráð er ein hollur stuðul hjá vinnuni og hjálpir, tá ið á stendur.
Hallstein E Jacobsen
Býráðsvalevni fyri Fólkaflokkin í Klaksvíkar Kommunu




