Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvík var ikki fyri okkum

Norðlýsið

Tann 9. februar 2013 lat altjóða fyritøkan Vodafone upp deild úti í Víkunum, men nú einans hálvtannað ár seinri hevur leiðslan hála \”telefonstikkið\” úr vegginum, deildarleiðarin farin úr starvi og handilin stongdur.

Tann 9. februar 2013 lat altjóða fyritøkan Vodafone upp deild úti í Víkunum, men nú einans hálvtannað ár seinri hevur leiðslan hála “telefonstikkið” úr vegginum, deildarleiðarin farin úr starvi og handilin stongdur.

– Tað vísti seg ikki verða gagnligt fyri okkum at hava deild í Klaksvík og hóast fleiri royndir seldu vit ikki meira enn um vit onga deild høvdu havt, og tí hava vit stongt handilin meðan vit umhugsað hvat rættast er at gera. Vit hava samstarva við Elding so fólk kann fara har fyri at fáa okkara vørur, men vit fara ikki at lata upp handil aftur, sigur Gudny Langaard stjóri í Vodafone.