Tað er ikki á hvørjum degi, at Klaksvík í heilar 14 dagar fær vitjan av professionellum tónlistafólkum. Hetta letur seg gera, tí mentanin, vinnan og kommunan arbeiða saman um tiltakið
Tað er ikki á hvørjum degi, at Klaksvík í heilar 14 dagar fær vitjan av professionellum tónlistafólkum. Hetta letur seg gera, tí mentanin, vinnan og kommunan arbeiða saman um tiltakið
Onki er at taka seg aftur í, at Klaksvíkin seinastu 14 dagarnar hevur havt stórar og sjáldsamar sangupplivingar nú Elsa Waage, operasangarinna og Antonia Hevesi, pianistur og organistur, hava lagt eitt gott grundleggjandi undivísingarskeið frá hondini.
Hesar eru báðar virkandi í tónleikalívinum í Íslandi og hava gjøgnum árini staðið á pallum í londum sum Týsklandi, USA, Eysturríki, Italiu og í øðrum londum við, og hava roynst sera professionellar í sangundirvísingini, sum næmingarnir veruliga hava tikið til sín.
Skeiðið hevur verið yvirteknað við meira enn 50 tilmeldingum og umframt, so ynsktu nakrir av næmingunum at fáa ein undirvísingartíma afturat, sum tíverri ikki hevur latið seg gera í flestu førum.
Umframt hesar 50 tilmeldingarnar hava tær eisini undirvíst kórinum í Christianskirkjuni og 17 Sangarum.
Tær koma helst aftur tíðliga í vár.
Fyri at fáa yngra fólkið áhugað í sangi á høgum stigi, hava tær eisini havt stuttar konsertir fyri 6. og 7. floks næmingunum á Skúlatrøð og í Tekniska skúla. Leygardagin høvdu tær konsert í Norðurlandahúsinum.
Tað má sigast, at undirvísarar og næmingar hava spælt og sungið væl saman.
Hóskvøldið kl. 19.30 hava tær konsert í Christianskirkjuni og fríggjakvøldið kl. 20 er ætlanin, sum ein slutspurt at hava eina konsert í Skálanum við nøkrum næmingum og Elsa og Antonia, fara eisini at framføra. Konsertin í Skálanum kostar 50 krónur.
So mikið stórur er áhugin, at ætlanin hjá teimum er at koma aftur í februar mánaða ella tíðliga í vár.
Fyrireikararnir siga, at um ikki hetta var fíggjarliga stuðlað av høvuðsstuðlunum: Klaksvíkar kommunu, P/f JFK, P/f Christian í Grótinum – og øðrum stuðlum við sum Mallco, KBI, Bank Nordik, Atlantsflog og Mercant, bar hetta snøgt sagt ikki til. So ein tøkk verður hervið veitt stuðlunum.




