Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvík við til serstakan 17. mei í Noregi

John William Joensen

17. mei verður hildin, sum tjóðardagur Noregs.

Hesaferð verður serliga nógv gjørt burturúr, av tí at tað eru 100 ár liðin síðan Noregi á friðarligan hátt gjørdist leyst av Svøríki; og tí tað í ár eru 60 ár síðan annar heimsbardagi endaði.
Tað eru langar skráðir fyri alskins friðar- og skrúðgongur, sum fara gjøgnum býrirnar við hornblástri, fólkadansi og fiólspæli á odda.
Klaksvík er umboðað hjá vinarbýi sínum í Noregi Trøndheim. 7 b við Skúlan á Ziskatrøð er boðin við, saman við 520 øðrum næmingum frá hinum vinarbýunum hjá Trøndheimi.
Skúlanæmingar frá 54 skúlum saman við barnagørðum – o.u. 20.000 ungdómar við hópin av hornorkestrum og ljómliðum spældu vakran tónleik. Á ferðini steðgaðu tey upp á heilsaðu uppá Lív Ullman, sum stóð á serligum palli til endamálið.
Lív Ullman er frá Trøndheimi. Hon varð boðin við til henda merkisdagin og varð móttikin sum ein onnur drotning. Hon er saman við manninsínum Donnald í Trøndheimi í dag. Hann sigst vera millum 10 teir ríkastu í USA – har tey búgva.
Seinni í dag bjóðar býráðið í Trøndheim til gallamiðdag, har umboð frá Klaksvíkar býráð Dávur og Annfríð Winther og  er við. Her verður m.a. Liv Ulmann gestarøðari.