Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag mótmælir ætlanum hjá landsstýrinum at bjóða út arbeiðspláss á almennari uppboðssølu

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag mótmælir harðliga ætlanum hjá landsstýrinum at bjóða arbeiðspláss í norðoyggjum út á almennari uppboðssølu.

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag mótmælir harðliga ætlanum hjá landsstýrinum at bjóða arbeiðspláss í norðoyggjum út á almennari uppboðssølu.

Felagið skilir ikki hví man frá politiskari síðu, av álvara ætlar at bjóða arbeiðspláss í vinnuni í norðoyggjum út á einari almennari uppboðsølu.

Ístaðin fyri at sáa ótryggleika um framtíðar arbeiðspláss í vinnuni átti løgtingið heldur at arbeitt fyri at tryggja at pensjónirnar hjá arbeiðsfólkum í vinnuni komu á sama støði sum tey hjá løgtingsfólkum og landsstýrisfólkum.

Vit heita tí inniliga á løgtingið um at steðga ætlanum hjá landsstýrinum at bjóða út arbeiðspláss í vinnuni á einari almennari uppboðssølu.

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Arthur Guðjonsson, formaður