Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Badmintonfelag biður norðoyingar um stuðul til nýggja høll

John William Joensen

Ásannandi at alt ov lítið pláss er til innandura frítíðaraktivitetir í Klaksvík, er Klaksvíkar Badmintonfelag farið undir eitt ódnartak.

Ætlanin er at byggja eina nýggja badmintonhøll sunnanfyri KÍ-høllina. Projektið er lagt soleiðis til rættis, at høllin verður bygd oman og niðan umleið 15 metrar sunnanfyri KÍ-høllina.
Orsøkin til at høllin er sett av til at vera bygd júst har er, at framtíðarætlanin hjá býráðnum er, at allar hallirnar, KÍ-høllin, badmintonhøllin og svimjihøllin skulu byggjast saman við einum sokallaðum foyer ella gongd, ið skal byggjast úr frá Bøgøtu og heilt oman til svimjihøllina.
Fyrsta stigið, sum Bandmintonfelagið nú er farið undir umfatar tó bert sjálva badmintonhøllina og roknað verður við, at høllin fer at kosta umleið 15 milliónir, tá hon er klár til nýtslu.
Undirstrikað verður tó, at høllin ikki bert er ætlað at nøkta tørvin hjá Badmintonfelagnum. Mjølnir, Klaksvíkar Fimleikafelag og onnur hava eisini stóran tørv á fleiri venjingartímum, so sigast má, at tað er í tøkum tíma at farið er undir hetta projektið.
Í samband við ætlanina, hevur Badmintonfelagið kunngjørt eitt tíðindaskriv, ið er soljóðandi:

Stuðul til Klaksvíkar Badmintonhøll
Góðu Norðoyingar, góðu foreldur. Sum flest øllum kunnugt so hevur nevndin í Klaksvíkar Badmintonfelag, nú í nakrar mánaðir arbeitt við eini verkætlan, um at byggja eina nýggja badmintonhøll í Klaksvík. Allir Norðoyingar eru vitandi um, hvussu stórur tørvur er á einari ítróttarhøll afturat í Klaksvík.
Grundin til at vit eru farin undir hesa verkætlan eru tær sera vánaligu umstøður, sum Klaksvíkar Badmintonfelag, Mjølnir og Klaksvíkar Fimleikarafelag, við umleið 500 íðkandi limum, hava at venja undir. Skal ungdómurin í Klaksvík gera sær nakrar tankar og vónir um at vera eins kappingarfør og onnur feløg í landinum, so eiga og skulu umstøðurnar til venjing vera góðar.
Eru umstøðurnar góðar, so koma tey góðu úrslitini av sær sjálvum.
Um góð 2 ár verður koyrandi undir Leirvíksfjørð, samstundis verður Klaksvíkin bundin at miðstaðarøkinum. Tá fara øll hini feløgini av álvara at kappast við okkum, um okkara egna dýrabæra ungdóm.
Um vit norðoyingar ikki taka í egnan barm, og skapa teir neyðugu karmar soleiðis, at okkara feløg skulu verða eins kappingarfør og onnur feløg í landinum, so eer vandi fyri at okkara ungdómur fer at leita sær aðrar vegir, og hvat kann vera verri enn tað?
Tað má bara ikki henda.
Fyri at hendan verkætlan skal gerast veruleiki, fara vit hervið at heita á tygum, um at stuðla Klaksvíkar Badmintonhøll við eini peningaupphædd, eftir tygara førimuni.
Stuðulin verður sendur til:
Klaksvíkar Badmintonhøll: Norðoya Sparikassi, konto nr. 9865 7060984 ella Føroya Banki, konto nr. 6460 1679270.
Nógvir løkir smáir, gera stórar áir!!!

Vinarliga
Klaksvíkar Badmintonfelag
Jákup Anthoniussen,
tlf. 218200, Erland Frederiksberg, tlf. 223295 og
Rene Jensen, tlf. 229170.