Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Badmintonfelag bjóðar øllum við

Tíðindaskriv

Klaksvíkar Badminton Felag (KBF) er eitt virkið felag og hevur nógv góð úrslit at vísa á. Limatalið er vaksandi – KBF bjóðar øllum at vera vælkomnum til venjing hjá felagnum, eisini tilflytarum.

Klaksvíkar Badminton Felag (KBF) er eitt virkið felag og hevur nógv góð úrslit at vísa á. Limatalið er vaksandi – KBF bjóðar øllum at vera vælkomnum til venjing hjá felagnum, eisini tilflytarum.

Treytirnar fyri at venja við í felagnum er, at ein gerst limur á sama hátt og á sama støði, sum allir aðrir limir í felagnum. Hetta merkir eisini, at væntað verður, at øll taka lut í at reka frítíðarfelagið KBF.

Tó vilja vit fegin bjóða øllum at koma til ókeypis venjing í 3 vikur, tvs. uttan at gjalda limagjald ella spælaragjald, sigur Árni Skaale, formaður í Klaksvíkar Badminton Felag.

Venjingartíðir og gjald fyri at spæla sæst á heimasíðuni: www.kbf.fo