Urbanus Knud Olsen og Kristian Suni Høgnesen hava verið einaráðandi í ár
Klaksvíkar Billardfelag vann sítt 16. meistaraheitið ì gjár, tá teir báðir Kristian Suni og Urbanus vóru ì Runavík og spældu seinasta dystin ì kappingini.
Aðrenn seinasta umfar høvdu teir báðir vunnið sær trygga leiðslu à 8 stig, so teir einans skuldu hava eitt stig fyri at fáa FM ì hús, og væl là fyri, teir megnaðu at spæla 4 – 4 móti Runavíkingum og tryggjaðu sostatt Klaksvíkar Billardfelag sítt 16 meistaraheitið.
Leggjast kann afturat, at Klaksvíkar Billardfelag er mest vinnandið felag ì landinum.


