Havnar klubbi førdi 4-0, men klaksvíkingar komu sterkt aftur og vunnu fýra teir seinastu dystirnar
Umfar var í 1. deild í billiard í Klaksvík í dag. Klaksvíkar Billiardfelag I tók ímóti Havnar Klubba. Havnarmennirnir gjørdu bart og løgdu seg á odda 4-0, men máttu taka til takkar við javnleiki 4-4, eftir at klaksvíkingar komu væl afturíaftur.
Støðan í 1. deild
Billiardfelag Fuglafjarðar 46 stig
Klaksvíkar Billiardfelag I 34 stig
Tvøroyar Billiardfelag I 24 stig
Havnar Klubbi I 24 stig
Billiardfelag Fuglafjarðar II 18 stig
Klaksvíkar Billiardfelag II 14 stig
Enn resta 3 umfør í kappingini í vetur.




