3. september eru 65 ár síðani Klaksvík bókasavn var sett á stovn. Tað var John Reid Bjartalíð, ið var undangongumaður at seta bókasavn á stovn, og starvaðist hann eisini á bókasavninum í mong ár. Fyrstu tíðina húsaðist bókasavnið í leigaðum hølum úti í Búðunum, har KFUM og K hevði hildið til. Síðani hevur bókasavnið húsast í øðrum leigaðum hølum, men í 1977 flutti bókasavnið í egin hølir á Biskupstøð, har bókasavnið er í dag.
Í sambandi við at bókasavnið verður 65 ár bjóðar vit kaffi við onkrum góðum afturvið mánadagin 4. september. Eisini hava vit gjørt eina framsýninum um bókasavnið, ið verður at síggja hendan dagin og eina viku fram.




