Frá mánadegnum 4. oktober fer Klaksvíkar bókasavn at víðka um upplatingartíðinar, nú verður eisini møguligt at koma á bókasavnið fyrrapart frá kl. 10.00.
Hetta merkir at bókasavnið er opið 3 tímar longur hvønn dag frá 10.00 til 18.00 mánadag til fríggjadag. Leygardag verður bókasavnið opið sum vanligt frá 10-13.
Í nógv ár hevur Klaksvíkar bókasavn eisini verið skúlabókasavn hjá Skúlatrøð, men nú skúlin hevur fingið sítt egna bókasavn, er ikki neyðugt í sama mun at koma á Klaksvíkar bókasavn, og tí ber nú til eisini at hava opið alment fyrrapart.
Á bókasavninum vóna tey, at fólk fara at taka væl ímóti møguleikanum eisini at vitja bókasavnið fyrrapartar.


