Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar býráð heiðrar EM´arum í Kettlebell

Dávur Winther

Eftir bert einum ári hjá FullPower í Klaksvík hava fýra føroyingar vunnið EM í Kettlebell. EM í Kettlebell hevur verið í Tróndheimi her fyri, har føroyingarnir nú kunnu kallað seg evropameistara í Kettlebells

Eftir bert einum ári hjá FullPower í Klaksvík hava fýra føroyingar vunnið EM í Kettlebell. EM í Kettlebell hevur verið í Tróndheimi herfyri, har føroyingarnir nú kunnu kalla seg evropameistarar í Kettlebells.

Talan er um Miu Staksá, Henny Heinesen, Óluva Simonsen og Sonna Eliassen, sum veruliga hava gjørt vart við seg. Tey hava bert vant eitt lítið ár. Óluva gjørdist tvífaldur evropameistari, meðan hini fingu hvør sítt meistaraheiti.

Jógvan Skorheim, borgarstjori møtti upp leygarmorgunin við blómutyssum og einum kekki á kr 5.000,- til glaðu og røsku vinnarnar.

Venjarin, Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, sigur at hetta er eitt stórt úrslit, sum kom eitt sindur óvart á hann; men fegnast um góðu úrslitinit. Svein Rógvi sigur eisini, at tað er stuttligt at ein lítil tjóð sum Føroyar kann blanda seg millum tey bestu í Evropa.

Umboð fyri flestu Norðurlond, Póland og USA vóru við til kappingina. Svein Rógvi hevur sett sær fyri, at næsta ár skal kappingin vera í Klaksvík – vónandi við 70 luttakarum.

Borgarstjórin, sum fegnaðist um góðu úrslitini eftir so stuttari tíð, vísti á, at umráðandi er við undangongufólki sum Svein Rógva, sum veruliga gera vart við seg. Eisini var tað heppið, at kappingin varð vunnin í Tróndheimi – vinarbýi Klaksvíkar, víti hann á. Tí tá kann tað kanska vera lættari at fáa kappingina til Klaksvíkar næsta ár.

Svein Rógvi, sum bert eftir einum ári, kann vísa á góð altjóða úrslit, var sjónliga rørdur av heiðrinum, FullPower og røsku venjarunum varð sýnt eftir framúr úrslitini í Tróndheimi.

At íðka hjá FullPower hevur rættiliga tikið dik á seg og eru flest øll holdini fullsett, sigur Svein Rógvi

Harleywoodpaint