Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar býráð raðfestir ferðslutrygdina á Skúlatrøð

Nordlysid

Á býráðsfundinum hóskvøldið 10. desember 2015 samtykti býráðið at taka hond um ferðslutrygdina kring stóru byggingina á Skúlatrøð. Eitt serfrøðingatilmæli frá fyritøkuni Rambøll verður lagt fyri nevndir og býráð í januar, og eftir tilmæli frá Fíggjarnevndini samtykti býráðið einmælt, at neyðugur peningur til økið á Skúlatrøð verður raðfestur innan íløgukarmin 2016.

Á býráðsfundinum hóskvøldið 10. desember 2015 samtyktibýráðið at taka hond um ferðslutrygdina kring stóru byggingina á Skúlatrøð.Eitt serfrøðingatilmæli frá fyritøkuni Rambøll verður lagt fyri nevndir ogbýráð í januar, og eftir tilmæli frá Fíggjarnevndini samtykti býráðið einmælt,at neyðugur peningur til økið á Skúlatrøð verður raðfestur innan íløgukarmin2016.

 

– Eg eri sera fegin um, at eitt einmælt býráð hósvøldiðsamtykti at raðfesta neyðugan pening til ferðslutrygdina kring økið á Skúlatrøðinnan íløgukarmin 2016, sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini børnog ung.

 

– Trivnaðarnevndin børn og ung, sum vegna býráðiðvarðar av stóru skúlabyggingini á Skúlatrøð, heitti á seinasta fundi staðiligaá Ferðslunevndina um skjótast tilber at fáa greiðu á ferðslutrupulleikanum áGerðagøtu/Skúlavegur, og tað er júst tað, sum allar avvarðandi nevndir og býráðiðhava gjørt.

 

– Hetta fegnist er um, tí trygdin hjá okkara børnum,foreldrum og starvsfólkum á Skúlatrøð eigur sjálvsagt at hava hægsturaðfesting, sigur Jóhann Lützen.

 

Í desember mánað varð málið um endurskoðan avferðslutrygdarætlanini hjá Klaksvíkar kommunu lagt fyri Ferðslunevndina,Teknisku nevnd, Umhvørvis- og býarskipanarnevndina, Trivnaðarnevndina børn& ung, Fíggjarnevndina  og Klaksvíkarbýráð.

 

Kommunanhevur heitt á ráðgevingarfyritøkuna Rambøll, sum er serfrøðingur innanferðsluviðurskifti, um at ferðslugrannskoða skúlaprojektið á Skúlatrøð, og einfrágreiðing hesum viðvíkjandi kann væntast til komandi nevndarumfar, tvs. íjanuar 2016.

 

Ferðslutrygdarætlanin endurskoðast4. hvørt ár

Harumframt mælir Tekniskaumsitingin til, at ferðslutrygdarætlanin verður endurskoðað fjórða hvørt árframyvir, fyrstu ferð í januar 2018.

 

– Hetta verður gjørt fyri attryggja, at vegakervið í Klaksvíkar kommunu lýkur samtíðar tørv, krøv ogynskir, umframt at taka hædd fyri møguligum broytingum, sigur Steinbjørn O.Jacobsen, formaður í Teknisku nevnd og í Ferðslunevndini.

 

 – Endamálið er at betra trygdina á verandivegakervi, og framyvir at tryggja ferðsluna í samband við byggibúgving,skúlabygging v.m.

 

Allar nevndir tóku undir viðtilmælinum frá Teknisku umsiting, og Fíggjarnevndin mælti harumframt til, at neyðugurpeningur til økið á Skúlatrøð verður raðfestur innan íløgukarmin 2016.

 

Hesum tók býráðið einmælt undir viðá býráðsfundinum 10. desember 2015.