Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Dansifelag 60 ár

Norðlýsið

Fyri 60 árum síðan var Klaksvíkar Dansifelag sett á stovn og leygarkvøldi verður stór føðingardagsveitsla, sigur Heini Mohr sum er formaður í Klaksvíkar Dansifelag. Støðan hjá føroyska dansinum var vánalig tá felagið varð sett á stovn, men í dag er støðan broytt munandi og ungdómurin eigur ein sera stóran lut í arbeiðinum hjá Klaksvíkar Dansifelag

Fyri 60 árum síðan var Klaksvíkar Dansifelag sett á stovn og leygarkvøldi verður stór føðingardagsveitsla, sigur Heini Mohr sum er formaður í Klaksvíkar Dansifelag. Støðan hjá føroyska dansinum var vánalig tá felagið varð sett á stovn, men í dag er støðan broytt munandi og ungdómurin eigur ein sera stóran lut í arbeiðinum hjá Klaksvíkar Dansifelag

Fyrsta nevndin í Klaksvíkar Dansifelag var mannað av: Mourits olsen form, Ernst Petersen, Leo Sundberg, Hans A. Petersen, Joen Johannesen, Jákup Matras og Óli Dahl, skrivari.

Allar gerðabøkurnar eru til skjals og tær siga frá eini livandi søgu.

Heini Mohr hevur verið formaður í Klaksvíkar Dansifelag seinastu 20 árini og hann sigur at felagið ger nógv burtur úr 60 ára degnum.

– Leygarkvøldið hava vit bjóða Havnar Dansifelag og Dansifelagið á Látrinum, sum er dansifelag á Eiði, norður at hátíðarhalda dagin saman við limunum hjá okkum.

– Líka síðan felagið var sett á stovna hevur felagið verið virkið og hevur m.a. bygd felagshúsið Skálan, sum hevur verið nógv brúktur til veitslur og onnur tiltøk í Klaksvík.

– Tá felagið var stovna í 1954 var læknastríði í hæddini og tað sæst eisini aftur í gerðabókunum.

– Í fyrstu gerðabókini skrivar formaður felagsins at eftir tógvi stríð og nógvar samtalur við sýslumannin sleppa vit nú at dansa aftur. Undir læknastríðnum var ”forsamlingsforboð” frá myndugleikunum og tí bar heldur ikki til at savnast til dans.

– Fyrsti fundur er 17. oktober 1954 og í fundarbókini stendur at lesa at orsøkin til at felagið varð stovnað er tí at føroyski dansurin var við at doyggja út, og vit kunnu siga at feløgini hava gjørt mun tí støðan er nú fullkomiliga vend. Føroyski dansurin er partur av fólkaskúlanum og stór fjøld av børnum og ungdómi gongur til dans hjá felagnum. Hvørt sunnukvøld dansa 40 til 50 børn og ung.

– Tað er nógv sum lokka ungdóm til hetta og hatta men vit kunnu sum sagt staðfesta at ungdómurin er góður við føroyska dansin.

Í nevndini hjá Klaksvíkar Dansifelag sita: Heini Mohr form., Jónleif Johannesen, Silja Michalsen, Elin Syderbø, Brynjálv Sigurðson, Ása mørkøre og Pól mikkelsen

Veitslan verður leygarkvøldi kl. 19 og tilmelding er á tlf. 223011 áðrenn kl. 12 fríggjadagin.