Tann 17. oktober vóru liðin 50 ár síðani Klaksvíkar Dansifelag varð sett á stovn.
Stigtakari til at fáa sett á stovn eitt dansifelag í Klaksvík var Jákup Mourits Olsen, sáli.
Í fyrstu nevndina blivu valdir Jákup Mourits Olsen, formaður, Hans Petur Petersen, næstformaður, Óli Dahl, skrivari, Jákup Matras, Leo Sunnberg, Jógvan M. Johansen og Ernst Petersen.
Í samband við stovnanina av felagnum bleiv gjørd ein endamálsorðing, og ljóðaði hon soleiðis:
Formálið við hesum felag er at uppihalda og varðveita hin føroyska dansin, sum nú, serliga í stórbygdunum, er við at fara fyri bakka. Vit biðja tí hervið øll (eldri sum yngri), ið hava áhuga fyri dansinum, at verða við at styðja hann við at gerast limir (luttakandi ella hvílandi) í felagnum. Hervið varðveita tit eina gamla føroyska mentan og uppihalda okkara dýrasta arv, sum eru kvæðini.
Á stovnandi aðalfundinum bleiv avgjørt, at dansitíðin skuldi verða frá oktober til januar, og at dansikvøldini skuldu verða týskvøld og fríggjakvøld millum kl. 20 og 23.
Verið virkið øll árini
Hóast undirtøkan hevur verið skiftandi, so hevur felagið stórt sæð verið virkið øll árini síðani stovnanina. Eina periodu undir læknastríðnum, fekk felagið forboð fyri at savna fólk saman til dans, men sambært gerðabókina, so fekk felagið eftir tógvi stríð loyvi frá sýðslumanninum aftur at skipa fyri dansi.
Føroyski dansurin hevur tað gott í dag
Undirtøkan fyri føroyska dansinum er sum heild góð runt um í landinum. Klaksvíkar Dansifelag hevur um 200 limir. Í dansitíðini, sum er frá oktober til føstu, verður dansað hvørt sunnukvøld frá kl. 21, og møta vanliga 40-50 limir upp hvørt kvøldi.
Eisini skipar felagið fyri barnadansi. Børnini dansa sunnukvøld frá kl. 20.
Egin hølir
Fyrst í áttatiárunum setti felagið sær fyri at fáa egin hølir. Við góðum treysti varð farið at savna inn pening, og í 1988 kundi felagið taka snotiligu felagshølini Skálan í nýtslu. Eitt megnar tak, sum neyvan nakað annað dansifelag í landinum ger teimum eftir.
Tað skulu nógvir pengar til at kunna forsvara eitt so stórt og snotiligt hús, og her hevur felagið øll árini havt nakrar sera góða stuðlar, sum so gott sum hvørja viku skipa fyri bingo. Uttan henda stuðul hevði tað ikki borið til.
At Skálin hevur havt stóran týdning fyri býin eru nógv dømir um, har hava verið mangar samkomur og veitslur fyri bæði høgum sum lágum, og tiltøkini, sum Skálin hevur verið ramma um, hava verið nógv og fjølbroytt.
Almennur føroyskur dansur leygarkvøldið
Í samband við felagið er vorið 50 ár, verður skipað fyri almennum føroyskum dansi nú leygarkvøldi, har øll eru hjartaliga væl komin. Í samband við dansin bjóðar felagið okkurt til matna.
30. oktober verður veitsla fyri limum og innbodnum frá hinum dansifeløgunum í landinum. Limirnir kunnu tekna seg hjá einum av nevndarlimunum.
Í nevndini í dag sita Heini Mohr, formaður, Arni Sólheyg, næstformaður, Ása Mørkøre, skrivari, Steinbjørn Jacobsen, kassameistari og Magnus Magnussen.




