Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Fimleikafelag byrjar aftur

Danial Viðoy

Klaksvíkar Fimleikafelag tekur venjingina upp aftur seinast í hesum mánaðinum, í øðrum orðum í viku 36. Fimleikafelagið hevur góð úrslit at vísa á frá seinasta kappingarári.

Klaksvíkar Fimleikafelag tekur venjingina upp aftur seinast í hesum mánaðinum, í øðrum orðum í viku 36. Fimleikafelagið hevur góð úrslit at vísa á frá seinasta kappingarári.

Klaksvíkar Fimleikafelag er eitt virkið felag við nógvum íðkandi ungdómum. Í fjør vóru 9 rútmulið og nøkur lop-lið. Til øll liðini eru sjálvsagt eisini venjarar, sum gera eitt rimmar arbeiði fyri felagið. Til lop-liðini hava tey útlendskar venjarar, sum vera við aftur í ár.

Umframt venjararnar, sum gera eitt gott arbeiði, er eisini ein foreldrabólkur, sum arbeiðir við at betra um venjingarumstøðurnar hjá felagnum.

Góð úrslit í fjør – Silas bleiv ársins stjørnuskot

Klaksvíkar Fimleikafelag kláraði seg væl til ymsar kappingar í fjør. Men tað var serliga ein íðkari í felagnum, sum stjól yvirskriftirnar. Tað var 11 ára gamli Silas Gaard, sum varð kosin ársins stjørnuskot á mannfólkasíðuni.

Tað var ikki uttan orsøk, at hann varð valdur til tað, tí hann kláraði seg sera væl. Hann gjørdist nummar eitt í lop, nummar tvey í ringum og nummar trý í paralellbar. Tað er avbera flott hjá einum so ungum dreingi. Hann hevur nógv gott í væntu.

Silas Gaard og fleiri onnur íðkandi byrja, sum áður sagt, venjingina aftur í viku 36.