Hvønn vetur brúka eldsálirnar í Klaksvíkar Fimleikafelag ein part av teirra frítíð til at undirvísa gentum og dreingjum í ymsum aldursbólkum í fimleiki, sum sambært fakfólkum í dag verður mett at hava stóran týdning fyri heilsuna hjá fólki.
Í vikuni hoyrdu vit ítróttaráðgevan hjá Ítróttasambandi Føroya í fjølmiðlunum greiða frá tí stóra týdningi, sum rørslur hava fyri mannalikamið.
Sølvi Winther Olsen varð millum annað siteraður fyri at siga, at antin áttu fimleikatímarnir at verðið øktir, ella skuldi okkurt annað munagott verðið sett í verk í skúlunum, sum gjørdi, at børnini rørdu seg nóg nógv í dagligdegnum.
Teirra partur
liggur ikki eftir.
Her liggur parturin hjá ábyrgdarfólkunum í Klaksvíkar Fimleikafelag ikki eftir, tí hvønn vetur brúka hesar eldsálirnar ein part av teirra frítíð til at undirvísa gentum og dreingjum í ymsum aldursbólkum í fimleiki.
Í stóran mun eru tað vaksin fólk, sum á yngri árum vóru virknir fimleikarar í Klaksvíkar Fimleikafelag, ið nú bera arvin víðari til tey ungu.
Meir um Fimleikafelagið í komandi Norðlýsi.




