Leygarkvøldið luttóku Klaksvíkar Fiólir á Várfólk, sum var í Reinsarínum í Havn. Hetta eru fiólspælarar, sum hava funnið fiólina framaftur, og hava gingið til venjing hjá Fionu Parker í Kvøldskúlanum. Kristian Blak og Sharon Weiss spældu saman við teimum. Klaksvíks fiólir venja mikukvøld kl. 17.00-18.00, so tað er bara at finna fiólina framaftur, um tú eigur eina. Her er eitt videobrot frá hugnaligu framførsluni í Reinsarínum




