Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klaksvíkar Handilsfelag: Limir avgerða sjálvir upplatingartíðirnar

Klaksvíkar Handilsfelag

Nógvir handlar hava avgjørt at stytta dagin, tað vil siga, at tað er opið frá kl.13.00-17.30, ímeðan aðrir fyribils hava opið sum vanligt.

Klaksvíkar Handilsfelag hevur kannað hvussu upplatingartíðirnar hjá limunum skulu verða. 

Spurningurin hevur verið frammi um ætlan er at broyta upplatingartíðir. Men hevur felagið avgjørt at limir sjálvir avgerða hvussu tey hava opið í hesum tíðum.

Tað er sera ymiskt hvussu hetta rakar tann einstaka handilin, eitt nú hava flestu matstovur og kafeir lukka heilt, komandi 14 dagarnar. Nógvir handlar hava avgjørt at stytta dagin, tað vil siga, at tað er opið frá kl.13.00-17.30, ímeðan aðrir fyribils hava opið sum vanligt.

Handlarnir merkja væl at tað er minni at gera í hesum døgum. Tí er ikki neyðugt at hava opið allan dagin. Eisini kunnu starvsfólk vera farin í sóttarhald ella hava børn sum ikki kunnu vera ansaði, og er tí ikki møguligt at hava opið sum vanligt.

 

Limir sum eru í Klaksvíkar Handilsfelag eru:

Norðoya Litbúð
Cheap
Kósabúðin
Amarant
Heygabúðin
Sport 24
Norðlýsið
Leivur Ellingsgaard
Berglon
EL-IN
INN
Føroya Bjór
Borg
Flora
Well
J.A.P.
J.W.Thomsen
Hjá Skós
Alfa Bókhandil
Jacqson
Hvíthús
Hjá Vimu
Kaffihúsið Fríða
Hjá Annu
Heimavirkið
Elding
Effo