Vit hava ikki møguleika at nokta bátum pláss við bryggjuna, sigur formaðurin í Klaksvíkar Havn
Atli Justinussen, formaður í Klaksvíkar Havn, sigur at síðan hann kom í nevndina hevur samstarvið við skipa- og bátaeigarar í Klaksvík verið sera gott.
– Tá eg tók við varð sagt at eg kundi roknað við nógum viðmerkingum frá fólki – men hetta havi eg als einki merkt til.
– Vit hava sera gott samskiftið við bátaeigarar í Klaksvík, men tað er rætt at vit hava trupuleikar við nøkrum fáum bátaeigarum.
Skerdir møguleikar.
– Eru pláss tøk so kunnu vit ikki noktað bátum at liggja við bryggjuna.
– Vit kunnu sjálvandi taka gomul vrak upp fyri eigarans rokning – men spurningurin er hvussu nógv av hesum peningi vit fáa afturgoldið.
– Tað er altíð bátaeigarin – sum hevur ábyrgd av sínum egna báti og tí er ikki rætt at venda kanónini móti Klaksvíkar Havn.
– Tað er ikki nakað nýtt at trupuleikar eru við gomlum bátum og fyrr kundi hesin trupuleiki loysast við at søkkja bátarnar.
– Men hetta er bannað við lóg og sum lógin er skrúvað sæman, hava vit sera fáar møguleikar at gera nakað við bátar, sum liggja og rotna við bryggjuna.
– Eg haldi tað vera sera positivt at fokus verður sett á hendan trupuleika og vónandi fer okkurt gott at spyrjast burtur úr hesum.




