Ein frálíka góð og hugnalig konsert í Varpinum í kvøld, har Fuglafjarðar Hornorkestur eisini var við og framførdi sín part og Klaksvíkar Hornorkestur sín.
Deiligir sálmar m.a. hjá Alan Fernie, kendir marsjir, Blaze Away, Knights Templar og nógv annað gott var á skrá.
Frásøgumaður varð Jógvan Páll Lassen. Hann helt fyri at einasta grundin til, at hann kanska var boðið til hetta álvars starv ella uppgávu, mátti vera, at hann var av Hornaslagnum…
Hann dugdi væl at greiða frá, var greiður og stuttorðaður.
Bæði orkestrini spældu væl, og hóast stutt er fráliðið síðani orkesturstevnuna, so høvdu bæði orkestrini nógv at geva og tóku uppgávuna í álvara – spældu væl.
Men heilt víst bar henda frálíka høllin í Varpinum nakað til orkestrini, so ljóðmurin varð enn fagrari og heitari. Hópin av fólki lýddi á.
Tá ið Klaksvíkar Hornorkestur hevði spælt eina løtu, bað formaðurin, Petur Simonsen um orðið. Hann greiddi frá, at tað fór nógv tíð til venjing og annars spæl við hornorkestrinum. Hjá fleiri teirra var tað tó helst ein lívsstílur at spæla í Klaksvíkar Hornorkestri, tí tey høvdu verið við í mong ár.
Síðani røpti formaðurin Magnus Arge, Andras Sólstein, Rana Hansen og Jógvan Brim upp, og vórðu teir heiðraðir við 50 ára-nálini. Hon er gylt, men hevur eina serliga klingru rundan um seg úr gulli.
Hesa somu nálina fekk Alex Sólstein fyri trúliga í heili 72 ár at hava spælt við í Klaksvíkar Hornorkestri. Hann byrjaði í hornorkestrinum í 1952, og spælir enn við, 93 ára gamal. (verður 94 í oktober)
Ein festlig og hábarslig løta – eins og konsertin eisini var tað!
Enn einaferð kendist tað sum at sita í Wien til konsert. Har var eisini væl av fólki nógva staðir frá – eisini Tormóður Djúrhuus, konan og abbasonurin, Tormóður høvdu leitað sær til Klaksvíkar til hetta serliga høvið.
Tórmóður mundi ikki fingið afturhald, so glaður og errin hann var av, at hava upplivað hesa frálíku konsertina í hesum so stásiliga húsi. ”Ja, tíðirnar eru broyttar”, tók hann til!
Og so fortaldi hann hópin av Klaksvíkssøgum eftir konsertina, og gav sær góðar stundir við eitt borð, áðrenn leiðin lá aftur til Havnar. Hann rætti ryggin og kendi seg aftur sum ein rættur klaksvíkingur, takkaði fyri og ynskti góða Norðoyastevnu!
Henda frálíka konsertin varð eisini skipað sum stuðulskonsert til frama fyri Varpið.









































































