Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Klaksvíkar Hornorkestur vitjað borgarstjóran

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Tað hevur næstan verið siðvenja, at Klaksvíkar Hornorkestur kemur á kurteisvitjan og at heilsa uppá tann nýggja borgarstjóran við eitt býráðskifti.

Teir, sum komu á gátt í morgun vóru Petur Eliasen, Petur Simonsen, Andras Sólstein og Magnus Arge.

Í nevndini sita annars Petur Eliasen, formaður – Petur Simonsen, kassameistari og Hanus Kjølbro, sum er skrivari.

Orkestrið, sum stundum eisini verður kallað býarorkestrið, og hevur hildið til í gomlu Sløkkiliðsstøðini síðani 1964, har teir trívast væl. Teir hava nógv at gera og eru vanliga úti í býnum til ymisk tiltøk eini 30 – 40 ferðir um árið og meir.

Í fjør kundi hornorkestrið, sum varð sett á stovn 5. mai 1950, halda sín 70 ára føðingardag. Tað bar tó ikki til, at hava nakað hátíðarhald tá, vegna Koronu.

Nú verður skipað fyri eini lítlari konsert við nøkrum fáum innbodnum, fyri at hava hildið føðingardagin. Tað er Fiona Parker, sum venjari hjá Klaksvíkar Hornorkestri

Annars var borgarstjórin kunnaður um ymisk viðurskifti, uppgávur, tilgongd av nýggjum spælarum, sum kundi verið størri og um venjingarumstøðurnar á gomlu Sløkkiliðsstøðini. Hildið varð, at hetta er eitt rættiliga heppið stað, tí nógv av tiltøkum teirra eru har um vegir – í miðbýnum, kirkjuni og annars stutt at fara runt um í býnum.

Karl H. Johansen, borgarstjóri fegnaðist um vitjanina og mintist aftur á, tá ið hann og Hilmar, politistur plagdu at ganga fremst til skrúðgongur. Eisini helt borgarstjórin fyri, at teir spælarar, sum vóru tá, at kalla allir eru har enn. Hetta ber boð um, at í Klaksvíkar Hornorkestri er gott at vera. Men sjálvandi er neyðugt við tilføring av ungum kreftum eisini.

Borgarstjórin, Karl H. Johansen gleddist um tey mongu tiltøkini, Klaksvíkar Hornorkestur er við til at hugna um í býnum. Ikki minst á útoyggj eisini, har teir trúliga møta upp til øll jólatrøini: á Trøllanesi, í Mikladali, á Húsum, á Syðradali, Svínoy, á Norðoyri, í Ánunum og so eisini í Vágstúni og so stóru jólakonsertina í kirkjuni, sum teir skipa fyri.

Sjálvandi skal Klaksvíkar hornorkestur hava góðar umstøður at venja í, og um tað skuldi komið uppá tal at flyta í onnur høli, skulu tey vera eins góð ella betri, enn tey, íð nú eru, segði Karl H. Johansen, borgarstjóri og takkaði fyri vitjanina við ynskjum um góða eydnu.

 

Harleyfacadeacryl