Kí- Badminton- og Svimjuhøllin hava fingið nýggjan samleika og undir felagsheitinum Klaksvíkar Itróttardepil er nýggj heimasíða løgd út á netið (kid.fo) har til ber at fáa upplýsingar um og bíleggja og rinda fyri leigutímar høllunum.

Torkil Mørkøre, leiðari fyri kommunalu hallirnar sigur at navnið er ein roynd at fáa ein felags samleika men møguliga verður hetta tillaga seinri. Umráðandi er at vit hava eina vælvirkandi heimasíðu so brúkarin sjálvur kann kunna seg um teir aktivitetir sum eru í høllunum og sjálvur bíleggja og rinda fyri leigutímar. Heimasíðan er eitt amboð sum ætlanin er at menna so hvørt sum tørvur er á tí.
Sí her www.kid.fo