Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar kommuna 100 ár: Klaksvíkar søga í kvøld

Norðlýsið – Tíðindi

Almenn samkoma í býráðshøllini í kvøld, tá fyrsta bindið av Klaksvíkar søgu verður handað borgarstjoranum Steinbjørn O. Jacobsen kl. 19:30

Tað er Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, sum skrivar Klaksvíkar søgu, og 1. bind av trimum er prentað til hátíðarhaldið í vikuni.

Fyrsta bindið, ið er slakar 400 bls., er um fornar búsetingar millum Vág og Vík, um teir fimm býlingarnar í Bø, um Tingstaðin, um vinnu- og jarðarviðurskifti, um kirkjur og bønhús, hendingar úr søgn og søgu og tíðina frammanundan, at einahandilin varð avtikin í 1856.

Klaksvík var upprunaliga navnið á eini lítlari óbygdari vík vestarumegin vágna, men tá ið Kongaligi Einahandilin í 1838 setti úthandil á stovn við hesa víkina, fekk hon so stóran týdning fyri allar Norðuroyggjar, at navnið á víkini vann hevd sum felagsnavn fyri allar býlingarnar.

Tað var kortini ikki fyrr enn fyri góðum hundrað árum síðan, tá ið menningin tók dik á seg, og býlingarnir vuksu saman, at fólk av álvara fóru at nýta orðið Klaksvík um allar býlingarnar.

1. bind er um, hvussu samfelagið varð skipað, áðrenn búsetingin tók dik á seg og garðar og býlingar vuksu saman til eina bygd.

Í ritstjørnini sita Jóannes Hansen – rektari, Jógvan Ravnsfjall – savnsvørður, Kristinbjørg Høgnesen – søgufrøðingur, Anna Katrin Matras – fornfrøðingur og Dávur Winther – mentanarleiðari

Skráin fyri hátíðarhaldið í býráðshøllini í kvøld, mikukvøldið 13. august kl. 19.30:

– Borgarstjórin bjóðar vælkomin
– Sangur/spæl
– Jóannes Hansen greiðir frá setninginum hjá ritstjørnini
– Jóan Pauli Joensen ummælir fyrsta bind av Klaksvíkar søgu
– Sangur/spæl
– Hans Andrias Sølvará greiður frá arbeiðinum at skriva bókina – og handar borgarstjóranum fyrsta eintakið
– Sangur/spæl
– Kaffi og køkur