Frammanfyri gamla kirkjugarð í Vágstuni verður leygardagin standmynd avdúkað, ið Hans Pauli Olsen hevur evnað.
Eitt av hæddarpunktunum á 100 árahaldinum hjá Klaksvíkar kommunu er avdúking av standmynd hjá Hans Paula Olsen. Standmyndin verður avdúkað leygarmorgum kl. 09.45 á torginum frammanfyri gamla kirkjugarinum í Vágstúni.
Hans Pauli Olsen hevur gjørt seg kendan her á landi í úti í heimi við sínum serligu standmyndum. Standmyndir hansara seta sín serligan dám á kring um í landi. Nevnast kunnu standmyndirnar av J. F. Kjølbro, Nólsoyar Páll, William Heinesen og seinast Trónd í Gøtu.
Hans Pauli Olsen gekk á tekniskúla frá 1976-78 hjá Askou Jensen, hagani gekk leiðin til myndahøggaraskúlan á kunstakademinum í Keypmannahavn 1979-89 hjá Villy Ørskov og Bjørn Nørgaar.
Utlendsk ummæli lýsa Hans Pauli, sum ein myndahøggara, ið megnar at vísa ans fyri tí góða, og eginleikan at fáa fram meir enn bara endurtøkur og staðfestan av ávísumskapi. Hegnisliga formar hann høvd, kropp og framskornar myndir (relieff) á ein slíkan hátt, at úrslitið er líkt høggmyndum, sum hava røtur í teimum klassisku høggmyndunum í renæsansuni. Tó við einum stroki av nútíðardámi – sum er Hans Paula´sa serliga strok.
Leggjast kann afturat, at Hans Pauli hevur røtur úr Norðoyggjum. Pápi hansara var nevniliga Esmar Olsen, ættaður av Húsum, sostatt eru eitt nú Hans Pauli og Kristian Fríðrik Olsen systkynabørn.




