Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar kommuna 100 ár og Føroya Sjómannadagur 2008: Sjómannadagur og hundraðárahátíðarhald

Norðlýsið – Tíðindi

Fyrireikingarnar eru í hæddini til hátiðarhaldi hesa vikuna. Norðlýsið verður borðið í øll hús í Føroyum í kvøld við skánni fyri dagarnar.

Aftur í ár verður Føroya Sjómannadagur Sjómannadagur hildin, hesuferð er talan eisini um hundrað ára hátíðarhald hjá Klaksvíkar Kommunu, sum í stóran mun hevur verið merkt av fiskivinnu.
– Sjómannadagurin í ár fellur saman við hundraðára haldinum hjá Klaksvíkar Kommunu, og tað vit frá Sjómannadegnum sera fegnir um. Hetta kemur sjálvandi eisini at merkja skránna, við eitt nú bókaframløgu, standmyndaavdúking og sjónleiki, sigur Oliver Joensen.

Kappingar
Tær nú landskendu kappingarnar í at egna kapp, at skera agn, at bøta trol, at halda dregg, at kelva, at kasta lodd, togtoan og sjómannstak verða hildnar á Stangabrúnni leygardagin 16. august.

Umframt hesar nationalu kappingar er eisini heimsmeistarakapping í egning á skránni hendan dagin.

Eisini er Skipalistaquizzin á skránni, sum er afturvendandi spurnakapping um skip og tað ið hartil hoyrir.

Mong onnur tiltøk eru eisini á skránni, eitt nú verður grindahvalur skorðin upp ímeðan frásøgufólk greiðir frá, hvussu hetta verða gjørt eins og viðkomandi eisini vil royna at svara spurningum frá eygleiðarum um grind og tað sum hartil hoyrir.

Fjølbroytni
Sum sæst omanfyri og annars eisini í skránni fyri dagarnar, so eru mong tiltøk, sum á ymiskan hátt kasta ljós yvir sjólívið og fiskiskap, har títtleiki, styrki og dugnaskapur er í hásæti.
– Vit hava lagt dent á ítrótt, sum sjómenn hava brúkt fyri at stytta um stundir við. Helst eru hesi ítróttir ikki so væl kendir í nýggjari tíð, men vit halda, at tað er vert at halda fast við hesar kappingar. Kappingarnar hava eisini víst seg at hava stóran áhuga millum fólk, greiðir Oliver Joensen, sum er ein av kendu fyrireikarunum frá Sjómannadegnum, frá.

Framsýningar
Av ymiskum framsýningum kunnu vit nevna listaframsýningarnar í egninaskúrunum, har eisini høvi verður at fáa eitt hugnaligt prát við einum koppi av kaffi.
Í forvitnisligu hølinum í Leikalund er eisini listaframsýning.
Livandi fiskur verður eisini aftur í ár sýndur fram. Undanfarin ár hevur hetta verið sera vælumtókt millum børnini og barnafamiljur.
Fólkalívsmyndir har bólkar av persónum sýna fram ymiskar fólkalívsmyndir ganga á Stangabrúnni. Bátasavnið í Leirvík hevur opið allar dagarnar. Møguleiki verður eisini at síggja sjónleikin ‘Sjóvevur’ um Ainu Cederblom, við Eyð Matras í Leikalund á Sjómannadøgunum.

Standmyndir
Klaksvíkar Kommuna fer at avdúka tvær standmyndir. Joel Cole hevur evnað eina standmynd, sum verður avdúka við Klaksvíkar Bókasavn.
Listamaðurin, Hans Pauli Olsen, hevur evnað eina standmynd sum verður avdúkað við Gamla Kirkjugarð.

Fríggjakvøldið verður 100 ára konsert í Badmintonhøllini har gamal og nýtt frá tónleikapallinum í Klaksvík verður framført.

Klaksvíkar søga I
Í morgin (mikudagin 12/8, kl. 19:30) verður framløga og ummæli av fyrsta bindinum av trimum um Klaksvíkar Søgu í býráðshøllini, sum Hans Andrias Sølvará, rithøvundur, hevur skrivað. Fyrsta bindið, ið er slakar 400 bls., er um fornar búsetingar millum Vág og Vík, um teir fimm býlingarnar í Bø, um Tingstaðin, um vinnu- og jarðarviðurskifti, um kirkjur og bønhús, hendingar úr søgn og søgu og tíðina frammanundan, at einahandilin varð avtikin í 1856.

Ábit
Góðir møguleikar verða eisini at fáa sær ein góðan bita á hátíðardøgunum, tá fleiri áhugafeløg umframt Hotel Norð fara at selja mat og drekka. Millum annað verður møguleiki at hugan sær við vælumtóktú sjómannabúffunm frá Hotel Norð.

Fyrireikararnir frá Sjómannadegnum og frá Klaksvíkar Kommunu bjóða øllum – børnum, ungum og vaksnum – at vera vælkomin til Klaksvíkar á hundraðárahátíðarhald og Føroya Sjómannadag til eitt gott upplivilsi.