Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Kommuna á vakstrarkós

Tíðindaskriv

Á býráðsfundi í kvøld varð fíggjarætlanin fyri 2014 samtykt. Hetta er fyrsta fíggjarætlanin har veruligu fingramerkini hjá nýggju býráðssamgonguni eru at hóma:

Á býráðsfundi í kvøld varð fíggjarætlanin fyri 2014 samtykt. Hetta er fyrsta fíggjarætlanin har veruligu fingramerkini hjá nýggju býráðssamgonguni eru at hóma:

  • Ansingargjøldini lækka 25%
  • Systkinaavslátturin hækkar við 5% – úr 20% til 25%
  • Barnafrádrátturin hækkar 500 krónur úr 4.000 til 4.500 krónur
  • Kommunuskatturin lækkar 0,25% – úr 21,75 niður í 21,50%
  • Bussleið tikin í nýtslu
  • Spakin settur í miðbýarætlanina
  • Uppraðfesting av vegakervinum
  • Skúlabyggingin á Ziskatrøð


Í
l
øgur  í  2014

Av nýggjum íløgum er skúlabyggingin á Ziskatrøð størsta einstaka verkætlanin. Farið verður eisini undir at byggja nýtt skýlið kring vøllin á Djúpumýru, nevnt Bláa Skýlið. Skjøtil verður settur á rennibreytina.

Svimjihøllin, Badmintonhøllin og KÍ høllin standa fyri munandi umvælingum.

Hildið verður fram at gera stórar íløgur á spillivatnsøkinum. Samgongan ynskir eina reina og fríða kommunu. Tað nýggja er, at sjóhiti er vorðin partur av arbeiðinum við spillivatninum. Ætlanir eru um at sjóhiti kann nýtast til skúlarnar, hallirnar og aðrar kommunalar bygningar fyrst í miðøkinum og við tíðini aðrastaðni við.

Vinnulívið í kommununi er í serflokki. Umstøðurnar á havnalagnum verða betraðar og víðari útgrevstur av nýggjum ídnaðarøki heldur áfram.

Saman við okkara krútsterka vinnulívi, vil haldgóður fíggjarpolitikkur, víðkaðir karmar til vinnuna og munagóð trivnaðarátøk leggja støði undir góðu gongdina við fólkavøkstri og øktum inntøkum í kommununi, siga Tjóðveldi, Sjálvstýrsflokkurin og Javnaðarflokkurin í felag.

Jógvan Skorheim, Borgarstjóri                       Steinbjørn O. Jacobsen, Varaborgarstjóri

Óluva Klettskarð, býráðslimur                        Signhild V. Johannesen, býraðslimur

Kristian Eli Zachariassen, býráðslimur            Jóhann Lützen, býráðslimur