Í brævið til løgmansskrivstovuna tann 26. mai 2005 sigur kommunan seg einki skeivt hava gjørt og at lógin er fylgd.
Í grundgevingum sínum fyri at hava sett pening í týska íløgufelagið, sigur kommunan at hon hevði sera trupult at fáa nøktandi avkast av innistandandi í føroyskum peningastovnums.
…… fyri at fáa meira í rentu, varð í 1999 avtala gjørd við Føroya Banka um vegna kommununa at umsita 10 mió kr. og skuldi peningurin setast í obligatiónir avmarkað til danskar statsobligatiónir, føroysk lánsbrøv og lánsbrøv hjá donskum kreditfeløg. Hóast hetta, so hevði kommunan framvegis avlopslikviditet, men hildiða varð ikki ráðiligt, at binda meira í obligatiónir, tí neyðugt var at hava pening tøkan til arbeiðini í gunnunum, og tí varð avgjørt at royna at fáa sum frægast burtur úr pengunum við at gera avlaluinnlán fyri stytri tíðarskeið, tvs. millum 1 og 6 mánaðir…..
Tulking av lógini
Í brævinum til løgmann heldur kommunan nú fæst við at hon hevur tulka lógina rætt:
… Hvat kommunustýrislóguni § 42 stk. 2 viðvíkur, so kunna peningaognir hjá kommununi setast í peningastovn og á postgiro, og hevur kommunan í hesum førinum kannað eftir hjá fíggjareftirlitinum, at Phoenix var undir teirra eftirliti á sama hátt sum aðrir fíggjarstovnar, vísandi til, at eingin staðilig allýsing er av peningastovni, sambært § 42, má hetta takast í breiðari tulking sum ein stovnur undir fíggjareftirlitinum.
Seinri parturin av § 42 stk. 2. um hvat hesin viðvíkur, so ásetur hesin, at um so er, at kommunan keypir lánsbrøv, so skulu hesi verða av slíkum slag sum nýtt verða tá ið um ognirnar hjá ómyndigum ræður, men vísandi til, at tala er um eitt innskot til Phoenix at umsita, verður ikki mett, at hesin parturin § 42 stk. 2 er galdandi í hesum føri, vísandi til at tað ikki er talan um lánsbrøv….
…. kommunan metir seg at hava handlað innan fyri grein §42 í kommunulógini, tí peningurin er settur inn á ein stovn, sum er undir figgjareftirlitinum og virkar, sambært loyvi frá eftirlitinum á sama hátt sum aðrir stovnar, sum kommunan hevur samstarvað við………




