Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar kommuna er nú limur í Intercultural Cities Program (ICC)

Tíðindaskriv

Hósdagin 1. juni 2017 var Klaksvíkar kommuna vertur fyri einum integratiónsdegi, har umboð fyri stovnar, virkir og felags­skapir greiddu frá teirra arbeiði til frama fyri integratión av tilflytarum, og har hæddarpunktið á degnum var, at Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Irena Guidikova, umboð fyri ICC, skrivaðu undir limaskapin hjá Klaksvíkar kommunu í ICC.

Tveir altjóða serfrøðingar frá Intercultural Cities Programme (ICC) – Phil Wood, ráðgevi, og Irena Guidikova, eindarleiðari – eru í hesum døgum á vitjan hjá Klaksvíkar kommunu í sambandi við, at kommunan hevur søkt um limaskap í ICC.

ICC er ein altjóða felagsskapur av 117 býum kring allan knøttin, ið samstarva um at menna mannagongdir til tess a fremja væl eydnaða integratión av tilflytarum. Talan er um býir av ógvuliga ymiskum støddum og samansetingum, sum við limaskapinum fáa lut í hvørs annars royndum og kunnleika innan integratiónsøkið.

Framman undan integratiónsdegnum, sum var í býráðshøllini 1. juni, hevði Klaksvíkar kommuna sent inn eina umsókn við frágreiðing um ta arbeiðið, sum higartil er og verður gjørt til frama fyri integratión, og hósdagin fingu serfrøðingarnir frá ICC høvið at hitta og hoyra samstarvspartarnar í tí almenna og privata siga frá teirra arbeiði og royndum á hesum øki.

– Við hesum limaskapi gerast vit sum kommuna partur av einum felagsskapi á jøvnum føti við aðrar býir og lond, sum gevur okkum beinleiðis atgongd til ta nýggjastu vitanina innan integratión í altjóða samfelagnum, bæði við at samskifta við aðrar limabýir og við at luttaka í tiltøkum, sum ICC skipar fyri, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

– Við limaskapinum fáa vit eisini atgongd til sera væl kvalifiseraða ráðgeving frá serfrøðingunum í ICC, samstundis sum hetta setur okkum krøv til at halda fram at menna integratiónina av tilflytarunum, sum eru eitt ríkt tilfeingi fyri okkum sum kommunu.

– Hesin limaskapurin í ICC er sostatt besta útgangsstøði til at halda fram at menna okkum á hesum týdningarmikla økið, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, sum nú er limur í Intercultural Cities Programme.