– Seinastu árini hevur eingin fíggjarstýring verið í Klaksvíkar Kommunu og ábyrgdina fyri hesum eigur politiska skipanin, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri, sum nú roknskapurin fyri 2008 fyriliggur má staðfesta at býráði seinastu trý árini hevur brúkt meira enn 200 mill. kr. til íløgur
Inntøkurnar hjá Klaksvíkar Kommunu í fyrsta kvartal í 2009 royndust illa. Mars mánaði royndist tó frægari enn tveir teir fyrstu mánaðirnir í árinum og afturgongdin er bara 1% í mun til í fjør. Men her skal havast í huga ein skattahækking uppá 1% og at páskini 2008 vóru í marsmánaða.
– Tað hevur víst seg undanfarin ár at tølini fyri fyrsta kvartal eru sera eftirfarandi fyri gongdina restina av árinum og út frá hesum kunnu vit staðfesta at inntøkurnar í 2009 verða einar tíggju til tólv milliónir minni enn tær vóru í 2008.
– Tí eru vit í ferð við at endurskoða fíggjarætlanina og verður hetta arbeiðið liðugt áðrenn býráðsfundin tann 28. apríl.
– Í løtuni hevur fiskivinnan tað sera stravið og tað sæst beinleiðis aftur í inntøkunum hjá Klaksvíkar Kommunu. Samstundis vita vit at landstýriðarbeiðir við at fremja sparingar á fíggjarlógini hjá løgtinginum og frá royndum vita vit at hesar sparingar ofta raka kommunurnar. Eg kann bara vóna at landspolitikarar hugsa um hetta nú teir arbeiða við fíggjarlógini – men eg verið ikki kløkk um teir aftur hesuferð velja at senda rokningar út til kommunurnar – tí tað hava teir gjørt so mangan.
Trý ár uttan fíggjarstýring
Sambart borgarstjóranum var hallið á fíggjarætlanini fyri 2008, sum undanfarna býráð samtykti mett til at verða einar 25 mill. krónur, men nú roknskapurin er liðugur vísir hann eitt hall uppá góðar 34 mill. kr. við avdráttum.
Niðanfyri síggja vit roknskapartøl fyri 2006 og 2007 og fíggjarætlan fyri 2008 og endaligu roknskapartølini fyri 2008. Talan er bert um høvuðstølini og tey eru avrundaði:
Roknskapartøl fyri 2006:
Inntøkur 127 mill. kr
Rakstur 85 mill. kr.
Íløgur 67 mill. kr.
Rentur avdráttir 0 kr.
Hall 25 mill. kr.
Roknskapartøl fyri 2007
Inntøkur 134 mill. kr
Rakstur 91 mill. kr
Íløgur 69 mill. kr
Rentur avdráttur 7 mill.kr.
Hall 33 mill. kr
Fíggjarætlan fyri 2008
Inntøkur 134 mill.
Rakstur 97 mill.
Íløgur 45 mill. kr.
Rentur og avdráttir 14 mill. kr.
Hall 22 mill. kr.
Roknskapartøl fyri 2008
Inntøkur 127 mill.
Rakstur 98 mill.
Íløgur 51
Rentur og avdráttir 15 mill
Hall 37 mill. kr.
(Frá 1. januar 2009 komu nýggjar roknskaparreglur í gildið sum m.a. merkja tað at íløgan av útbyggingin av kajkantinum í Norðhavnini – sum sp/f 27. juni 2007 stendur fyri – skal takast við í roknskapin komandi ár. Í 2009 fer hendan íløgan at tyngja roknskapin hjá Klaksvíkar Kommunu 25 mill. kr.
Um iløgan í Norðhavnina, sum fyri størsta partin var gjørd í 2008 verður tikin við í roknskapin 2008 – so vísir hann eitt hall uppá góðar 62 mill. kr.)
Skuldin í 2008
Samlaða lánibyrðan hjá Klaksvíkar Kommunu pr. 31. desember 2008 var 153 mill. kr. men við broyttu roknskaparregluni er lánibyrðan hjá Klaksvíkar Kommunu pr. 14. april 2009 áleið 180 mill. kr.
Í 2008 upptók Klaksvíkar Kommuna nýggj lán fyri góðar 30 mill. kr. og rindaði umleið 8 mill. kr. í avdráttum.
Stór hall ár um ár
Borgarstjórin, Gunvá við Keldu, sigur at kommunan seinastu trý árini hevur havt millum 20 og 30 mill. kr. í hallið á hvørjum árið – og tí er ógjørligt at venda gongdini eftir stuttari tíð.
– Vit eru í eini tilgongd har vit mugu tillaga rakstur og íløgur til fallandi inntøkur og hetta kemur at taka tíð. Tá virksemið í kommununi var uppá tað mesta vóru einari 90 ymiskar verkætlanir í gongd í senn og tað var alt ov nógv.
– Seinastu trý árini hevur Klaksvíkar kommuna gjørt íløgur fyri einar 200 mill. kr. samstundis sum vanligi raksturin í sama tíðarskeiði er vaksin 13 mill. kr.
– Beint undan býráðsvalinum í fjør samtykti býráði eina fíggjarætlan við umfatandi sparingum og síðan nýggja býráði tók við eru enn fleiri sparingar framdar og nú eru vit komin har til at skal meira spartast, so mugu vit niðurleggja funktiónir og tað kann vísa seg at verða rættuliga óheppið – tí tað kostar altíð sera nógv tá ein skal byrjað aftur av nýggjum.
Eingin fíggjarstýring
Borgarstjórin er ikki í iva um hvør hevur ábyrgda av vantandi fíggjarstýringini hjá Klaksvíkar Kommunu.
– Tað er sera harmiligt at vit nú tíðirnar gerast verri ikki eiga pening til at seta arbeiðir í gongd fyri, men tað er ein sannroynd at kommunan seinastu trí árini als onga fíggjarstýring hevur havt. Tað skal sterkur ryggur til at bera góðar tíðir verður ofta tikið til, og afturlítandi kunnu vit bara staðfesta at býráði ikki hevur havt rygg til at stað ímóti ynskjum frá øllum síðum.
– Ábyrgdin – er eina og áleina politisk!
– Líkamikið hvussu ein velur at síggja uppá tingini, so er tað til einhvørja tíð politiska skipanin sum hevur alla ábyrgd. Uppgávan hjá umsitingini er sera einføld: Hon skal fremja tað, sum tann til einhvørja tíð ráðandi politiski viljin ynskir! Vit mugu eisini minnast til at næstan alt sum er framt seinastu árini er samtykt av einum samdum býráði og tí kann eingin politikari turka hendurnar uppí umsitingina hjá býráðnum.
– Býráði hevur eina fíggjarnevnd sum skal virka sum eitt kontrolorgan hjá øllum býráðnum. Alt sum aðrar nevndir seta út í korti at fremja – og sum kostar pening – skal fyri fíggjarnevndina og eg haldi at tað er ikki ov nógv sagt at vit hava havt eina fíggjarnevnd – sum als ikki hevur livað upp til sína ábyrgd.
– Ístaðin fyri at eftirkannað verkaætlanir – um tær høvdu neyðuga játtan og fígging, so hevur nevndin blástempla allar verkætlanir og í fleiri førum økt játtanir.
Politiskt trýst á umsitingina
Borgarstjórin sigur at seinastu árini hevur politiska trýsti á umsitingina verið alt ov stórt.
– Tað er nú einaferð soleiðis at umstingin ofta mælir til at fremja verkætlanir, sum ymisku deilir ella stovnar ynskja at fremja. MEN – tað er ein politisk uppáva at raðfesta og í hesum er arbeiði hjá fíggjarnevndini avgerandi! – Tað hevur eisini verið ein trupuleiki at politikarar alt og ofta hava lagt umsitingina undir trýst fyri at fáa framt ávís mál!
– Men eisini her er ábyrgdin politisk tí uppgávan hjá umsitingini í býráðnum er sum sagt at fremja politiska viljan og at føra politisku avgerðirnar út í lívið.
– Hóast døpru støðuna so henda eisini positiv ting sum bera rætta vegin. M.a. síggja vit fram til at virksemið verður aftur á Kósini, nýggja Norðborg kemur vantandi í komandi mánaða og nýtt líniskip, Thomas Nygaard, kom til Norðoyggjar stutt undan páskum. Harafturat letur Bónus nýggjan handil upp í Klaksvík einaferð í summar og vit eru vitandi um aðar ætlanir sum eisini eru í gongd.
Tølini tala fyri seg
Borgarstjórin ásannar eisini at Kommunan í dag hevur ein sera stramman likviditet. Hon vil tó einki siga um hvørt tað kann gerast neyðugt at taka enn meira lán men vísir bara á at í løtuni verður arbeitt av allari orku fyri at fáa útreiðslurnar hjá kommununi at samsvara inntøkunum. Harafturat verður arbeitt við at fáa fleiri inntøkur til kommunukassan.
Endurskoðaða fíggjarætlanin fyri 2009 verður lagt fyri býráði tann 28. Apríl.




