Í eini ynkiligari og óvirðiligari roynd at teppa tær røddir, ið við røttum vísa á hvussu stórt dugnaloysi er í umsitingini og parti av býráðnum, ferð kommunan, við hjálp frá einum av teimum størstu samfelagssins sjakalum, eftir manninum heldur enn eftir bóltinum.
Hósdagin seinnapart var Jógvan Páll Lassen, adv. á fundi í býráðshúsinum. Har luttóku partar av umsitingini og teknisku nevnd. Tað gekk lívliga fyri seg og menn vóru østir. Mítt navn fleyg fleiri ferðir ígjøgnum luftina sambært fólki í húsinum.
Tá eg frætti tað, var eg greiður yvir at teir fóru at gera eina roynd at koma við einum útspælið har grannanir, men serliga eg, fóru at verða lagdir undir als ikki at hava nakað hald í okkara málið, men at kommunan hevur gjørt alt í trá við galdandi lóg. Also ein roynd at seta meg í ringt ljós (hoyngja meg út) og geva kommununi eina undanførslu.
Og rætt fekk eg. Men málið snýr seg slettis ikki um mín persón og so slettis ikki um dóttir okkara, sum verður drigin uppí hetta. Fyrri partur av skrivinum er byggimálinum heilt óviðkomandi, tað er bert ein ynkilig roynd at hevna seg inná meg tí eg havi hvat dirvið at tosa Roma ímóti. Um nakað er um tað, sum ført verður framm viðvíkjandi Sp/f Cre8 og mær (húskinum), so má tað viðgerast fyri seg.
Sum juridiskur persónur eri eg granni til matr.nr. 1284 / 1282 (smb. Innlendismálaráðið) og ein og hvør borgari kann (eigur) at átala kommununa tá hon ber seg ólógliga at. Harnæst er heldur einki í vegin fyri at eg tosið vegna (umboðið) hinar grannanar.
Tað er heilt greitt at fyrri partur av skrivinum hjá Jógvan Páll Lassen (les umsitingini og ein partur av býráðslimunum) bert hevur til endamáls:
Hetta vísir greitt og staðfestir hvørjar skitnar og duldar dagskráðir ráða á Nólsoyar Pálsgøtu 32.
Tit býráðslimir, ið ikki takað undir við slíkum skitnum álopið eiga at talað at, at slíkt ferð framm í kommununi, men Karl Heri Joensen, Kristian Fríðrikk Olsen, Erik Andreassen, Torleif Sigurðsson og Steinbjørn O. Jacobsen, nýtast ikki at siga nakað tit eru faddrar til skrivið hjá Jógvan Páll Lassen.
Einki av tí, ið eg havi víst á í mínum greinum er afturvíst, so eftir stendur at umsitingin saman við býráðnum hevur:
- ikki hildið ásetingarnar í byggisamtyktini um grannahoyring í fleiri ár
- ikki hildið ásetingarnar í býarætlanini
- ikki søkt landsstýrið um loyvir til frávik í fleiri ár
- loyvt bygging, ið er beinleiðis í stríð við byggisamtyktina fyri býin, og hetta hevur staðið við í fleiri ár
- ikki dugað og kent byggisamtyktina nóg væl til at hava kunnað tikið rættar avgerðir
- givið ávísum borgarum betri sømdir enn øðrum (øll hava ikki verið eins fyri lógini)
- ikki hildið og virt lógina um alment innlit
- tilvitað hildið lógarkravdar upplýsingar aftur fyri Innlendismálaráðnum og Løgtingsins Umboðsmanni
- tilvita manipulera við upplýsingum til eftirlitsmynduleikan
og í nærmastu framtíð fara – heilt víst – fleiri onnur óreglulig viðurskifti at koma undan kavi.
So tit í Klaksvík, Oyri, Árnafjørðið, Mikladali og Trøllanesi, ið vilja kommununi væl, veljið óspiltar og demokratiskar kreftir inn í býráðið tann 9. november. Tað ferð at gagna øllum.
Abraham Mikladal




