Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu verður upplýst, at býráðið á fundinum 17. september samtykti at seta eina integratiónsnevnd, sum ivaleyst man vera tann fyrsta av sínum slag her á landi.
Áheimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu verður upplýst, at býráðið á fundinum 17. septembersamtykti at seta eina integratiónsnevnd, sum ivaleyst man vera tann fyrsta avsínum slag her á landi.
Sum ein partur av samtykta integratiónspolitikkinum hevur Klaksvíkar býráð, eftir tilmælifrá fíggjarnevndini, valt eina integratiónsnevnd, mannað við 5 tilflytarum og 2býráðslimum, harav annar er Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum er formaður ínevndini.
Integratiónsnevndin verður í fyrsta umfari skipað sum einserstøk nevnd í eina royndartíð á 1 ár, galdandi fyri tíðarskeiðið 1. oktober2015 – 30. september 2016.
Eftir royndartíðina verður ein eftirmeting gjørd og løgd fyribýráðið, har støða eisini skal takast til, um nevndin skal skipast sum ein føstnevnd í kommunubygnaðinum ella ikki.
Í býráðssamtyktini verður roknað við, at nevndin fer at havaumleið 5 fundir um árið.
Limirnir í nevndini eru: Jógvan Skorheim, borgarstjóri, Gunvávið Keldu, býráðslimur, Kinga Eysturland, Jean Gudjonsson, Rainer Latupeirissa,Sadiqull Patawary og Catherine Steinberg.
Sáavirðing og alit í einumtvørmentanarligum býi
Visjónin í integratiónspolitikki kommununnar er, at:“Klaksvíkar kommuna ynskir at síggja, tilflytarar verða betur integreraðir ísamfelagið við at sáa virðing, álit, samkenslu og samhuga millum borgarar íeinum tvørmentanarligum býi.”
Endamálið hjá integratiónsnevndini er m.a.: ”Klaksvíkarkommuna vil – í samstarvi við tilflytararnar í økinum – viðvirka til, at settverður ein umboðandi nevnd, samansett av virknum lyklapersónum millumtilflytararnar.
Uppgávan hjá nevndini verður at leggja fram dagføringar,avbjóðingar og onnur viðkomandi viðurskifti á regluligum fundum við umboð fyrikommununa.
Endamálið við nevndini er at geva tilflytarum ílokalsamfelagnum eitt hóskandi umboð og ein formligan møguleika at samskiftatrygt við kommununa, samstundis sum kommunan javnan fær dagførda vitan umøkið.”




