– Í dag taka vit eitt stig fram í tíðina. Vit seta spakan í og staðfesta harvið, at nýggi miðbýurin í Klaksvík nú verður veruleiki, segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, í røðu sínari, áðrenn hann setti fyrsta spakan í útbyggingina í miðbýnum í Klaksvík
– Í dag taka vit eitt stig fram í tíðina. Vit seta spakan í og staðfesta harvið, at nýggi miðbýurin í Klaksvík nú verður veruleiki, segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, í røðu sínari, áðrenn hann setti fyrsta spakan í útbyggingina í miðbýnum í Klaksvík
Týsdagin 28. oktober 2014 kl. 10 var almenn móttøka í miðbýnum í Klaksvík, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, Andras Róin, stjóri í Bústaðir, John Rajani, stjóri í BankNordik, og Jan Danielsen, stjóri á Heilsutrygd, hildu røður.
Eftir hetta setti Jógvan Skorheim fyrsta spakan í jørðina, og síðani var lættari ábit til tey umleið hundrað fólkini, sum vórðu møtt til hátíðarhaldið.
Vit endurgeva her røðuna, sum Jógvan Skorheim helt:
Góðan dag, øll somul!
Hesin seinasti týsdagurin í oktober er sum so mangir aðrir heystardagar. Tað er blivið kaldari og vátari, og náttúran er nakað illbrýnt summar dagar. Men hetta er samstundis ein ljósur og stórur dagur. Ein fagnaðardagur, sum lítur fram í tíðina.
Í dag fara vit í gongd við nakað, sum hevur ligið í kortum og ætlanum í fleiri áratíggju. Skiftandi fólk og samtøk við skiftandi ætlanum hava viljað bygt nýggjan miðbý í Klaksvík, men ikki fyrr enn í dag kunnu vit siga, at vit av álvara fara undir nýggja miðbýarøkið í Klaksvík.
Eitt úrslit av samstarvi
Hetta er eitt stórt fet fram í tíðina hjá okkara lokaløki, og bæði hendan ítøkiliga byggingin – og tað, sum hon umboðar og signalerar – boðar frá spennandi tíðum við framburði og menning.
Hendan ætlanin her á Sandinum er eitt úrslit av samstarvi millum nógvar partar. Neyðugt hevur verið við neyvum og drúgvum samráðingum, men øll hava ynskt eina loysn og ein leið fram í tíðina. Partarnir hava viljað væl og hava lagt nógv fyri at fáa góðar loysnir. Tí hevur hetta latið seg gjørt – og tí eru vit komin so langt!
Bústaðir geva miðbýnum lív
Her á Sandinum fara Bústaðir og Tryggingarfelagið LÍV at byggja 36 íbúðir, sum liggja í tí besta og mest sentrala økinum í býnum. Hetta er eitt fantastiskt frambrot fyri okkara bý, og eg vil takka Bústaðir og LÍV fyri eitt sera gott samstarv og fyri, at tit hava tikið Klaksvík í stórum álvara. Hetta boðar gott fyri okkara samstarvi frameftir.
Eg fegnist um, at bústaðir eru ein stórur partur av hesari fyrstu byggingini í hjartanum av Klaksvík, tí hetta vil geva miðbýnum eitt serligt lív alt samdøgrið.
Heilsu- og umsorganardepil
BankNordik er eisini partur av byggingini her á Sandinum, tí bankin fer eftir ætlan at byggja sær nýtt sæti mitt í Klaksvík. Hetta vísir, at BankNordik vil nakað í Klaksvík, og vit fegnast stórliga um, at peningastovnurin verður við í einari av mest spennandi ætlanum í Klaksvíkar kommunu. Tit skulu eiga stóra tøkk fyri, at tit eru við í at seta gongd á hesa miðbýarætlan.
Ein partur av hesi ætlan er eisini, at Christian í Grótinum keypir bygningin hjá BankNordik á Klaksvíksvegnum, og har skal eitt nýggjur heilsu- og umsorganardepil gerast. Tænastur á heilsu- og umsorganarøkinum verða savnaðar í bygninginum, og tað fer at skapa møguleikar fyri enn betri tænastum til okkara borgarar. Samstundis verður fakligheit savnað og styrkt.
Heilsutrygd, Barnaverndartænastan, Námsfrøðiliga Ráðgevingin, Sernám og Gigni skulu halda til í nýggja heilsu- og umsorganarhúsinum, og eg vil nýta høvi til at takka øllum hesum stovnum fyri vælvild og vælvilja mótvegis nýggja projektinum.
Ein positiv dominoeffekt
At Heilsutrygd flytir úr Posthúsinum skundar eisini undir ætlanina at gera Posthúsið til mentanarhús. Ætlanin við Posthúsinum er ítøkilig og nærkast enn meiri veruleikanum, nú hendan byggingin á Sandinum fer í gongd.
Soleiðis ber til at siga, at vit hava skapt eina positiva dominoeffekt, nú vit í dag seta spakan í til byggingina á Sandinum.
Nú eru vit komin á mál. Nýggi miðbýurin í Klaksvík verður veruleiki við hesi nýggju byggingini av Biskupstorgi, sum skal standa liðug á sumri í 2016. Hetta er ein týðandi byrjan upp á miðbýin, og eg eri fullvísur í, at hendan bygging eisini fer at skunda undir aðrar ætlanir her í økinum.
Tað týdningarmesta er, hvat tú verður
Loyvi mær at hugleiða eina løtu. Vit spola tíðina fram 2-3 ár. Tað er leygarmorgun, tónleikur er á torginum, luktur av nýbakaðum bakverki fyllir torgið, meðan børn og ung hugna sær á gøtuni. Onkur situr við einum koppi av kaffi, annar við einari avís, og á ovastu hædd sita hjúnini úti á terassuni og njóta morgunsólina – – hetta er trivnaður.
Amerikanski rithøvundin Henry David Thoreau segði, at tað týdningarmesta við at náa einum máli er ikki, hvat tú fært burturúr, men hvat tú verður.
Hetta hava vit í Klaksvíkar býráð í huga, nú vit seta gongd á hesa bygging. Eitt er tað ítøkiliga, sum vit fáa burtur úr hesum, men tað mest spennandi er, hvat vit sum býur blíva við hesari nýggju ætlanin. Miðbýurin í Klaksvík skal verða eitt innbjóðandi, hugnaligt og lívligt øki, sum vit øll kunnu fáa gleði av í komandi døgum.
Í dag taka vit eitt stig fram í tíðina. Vit seta spakan í og staðfesta harvið, at nýggi miðbýurin í Klaksvík nú verður veruleiki.
Takk, øll tit, ið eru partur av hesi ætlan, fyri tykkara góða samstarvsvilja, sum vit her síggja úrslitið av – og alt tað besta við ítøkiliga arbeiðnum, sum nú fer í gongd!
Takk fyri!




