Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Kommuna í holt við stórt umhvørvisátak: Bilvrak og annað órudd skal nú beinast burtur

John William Joensen

Bilvrak, akfør, bingjur o.a., ið liggur á almennum ella privatum økjum uttan góðkenning, skulu verða beind burtur innan 22. apríl – ella gera kommunan og løgreglan tað fyri eigarans rokning.

Á www.klaksvik.fo verður nú boðað frá, at kommunan hevur gjørt at, at bilvrak, akfør, bingjur o.a., ið liggur og sløðist á almennum ella privatum økjum uttan góðkenning frá kommununi, skulu verða beind burtur skjótast gjørligt.

Sambært § 1 í umhvørvislógini og § 1, stk 4 í náttúrufriðingarlógini er ikki loyvt at lata órudd liggja og rekast á almennum ella privatum uttanduraøki, og í § 10 um burturkast stendur, at ikki er loyvt at lata ónýtilig akfør liggja og rekast í haga, fjøru, á sjógvi, fram við vegi ella aðrastaðni.

Í § 61 í ferðslulógini stendur, at løgreglan kann burturbeina ella selja skrásetingarskyldug akfør, sum standa á almennum vegi uttan nummarplátu. Tey, sum eiga/vara av omanfyri nevndu akførum ella lutum á almennum ella privatum øki, skulu beina tey burtur skjótast gjørligt.

Verður hetta ikki gjørt innan 22. apríl 2008, beinir kommunan saman við løgregluni tað burtur fyri eigarans rokning.