Sjálvt um tíðirnar hava veri sera góðar, so hevur kommunan hækka rakstur og íløgur so nógv seinastu árini at talan verðuliga er um eina Kommunu í kreppu, skrivar Óli Lassen.
Óli M. Lassen, skrivar
Men neyðugt er hjá okkum øllum, at sláa kalt vatn í blóði og finna loysnir fyri framhaldandi menning av Norðoyggjum.
Skal vera liviligt í Klaksvík
Kommunuskattaprosenti er í dag 20,75% og er ikki ráðiligt at hækka hetta munandi við t.d. 2%. Hetta vil raka familjurnar og húsarhaldsbúðskapin hjá vanligum inntøkum alt ov hart.
Sjálvur haldi eg at skattaprosenti skal bert hækkast við 0,25% so tat fer úr 20,75 uppá 21%. Tað er ikki góður fólkafloks-politikkur at brúka skattahækkingar sum amboð at stýra við. Málið má verða at finna fleiri inntøkukeldur til býin, eitt nú fleir almenn arbeiðspláss, samstundis sum vit varveita tey almen størv ið eru her.
Taks skal sjálvsagt ikki flytast til Gøtu. Í Norðoyggjum búgva umleið 6000 fólk og skullu vit ikki koyra til Gøtu til eitt skattakontór hetta er heilt burturvið. Heldur skullu vit fáa fleiri útbúgvingar til økið og fáa part av almennu umsitingini her. Til dømis kundi fiskiveiðueftirlitið og V&B ligi í Klaksvík.
Um Kommunan hækkar skattaprosenti við 2% so verða tað fleiri húsarhald íð skullu gjalda umleið 1000 kr meir í skatti hvønn mánað.
Sparingar skullu til
Kommunan hevur loyst bárnaansingaruppgávuna og hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri ungdómin og skullu hesar tænastur framhaldandi verða her. Tá tað er sagt, so er einigin ivi um at munandi sparingar skullu gerast á øllum økjum, mentan, tekniska deild, vinarbýarsamstarv í fyrisitingini v.m. Hette er skiljandi fyri einhvønn.
Umhugsast skal eisini um brúkaragjøld skullu áleggjast og onnur gjøld hækkast. Men at hækka skattaprosenti munandi kann føra til at fólk flyta og nars missa hugin til at arbeiða tí økonomien longu nú er hart spent hjá flestu húsarhaldum.
Raksturin etur hækkandi skattainntøku
—–
Red: Greinin hjá Óla Lassen hevur fleiri talvur og grafar, sum vit tíanverri ikki hava møguleika at vísa á heimasíðuni – men teir verða sjálvandi prentaðir í blaðnum í komandi viku.




