icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Kommuna reisir nú endurgjaldskrav mótvegis Smyril Line

John William Joensen

– Vit kunnu bara staðfesta at Smyril Line ikki hevur hildið sáttmálan um at brúka Norðhavnina og tí eru vit noyddir at krevja endurgjald, sigur Atli Justinussen, formaður í Havnanevndini.

Tað sá alt so lovandi út tá Klaksvíkar Kommuna og Smyril Line gjørdu avtalu um at Norrøna skuldi brúka Norðhavnina vetrarhálvárið. 

Í samrøðu við Norðlýsið tá avtalan var undirskrivað, segði fyrrverandi borgarstjórin Steinbjørn O. Jacobsen m.a. at avtalan við Smyril Line fevndi um viðurskifti, har kommunan skal skapa neyðugu karmarnar. Ein partur av avtaluni, er at kommunan ger ein rampa til Norrønu, og at alt kaiøkið verður asfalterað til tarilarar og akfør. Somuleiðis verður eitt eyka 200-tons skipsfesti gjørt.  Í avtaluni liggur eisini, at havnin í Ánum gevur møguleikan til at veita Norrønu 200 tons av sóttreinsaðum vatni um tíman. Ein annar liður í avtaluni er, at havnin verður góðkend av løgregluni í samband við ”Schengen”.

Sambært formanninum í Havnanevndini hevur Norrøna brúk Norðhavnini einar fimm ferðir síðan avtalan varð undirskrivað.

Smyril Line helt ikki avtaluna
Formaðurin í nevndini fyri Klaksvíkar Havn sigur at tað er óheppið at Smyril Line ikki virðir tað avtalu, sum er gjørd millum partarnar og tí er einki annað til at taka enn at krevja endurgjald. 

– Vit gjørdu eina samstarvsavtalu í 2006 sum gongur út í oktober mánaða í ár, men vit kunnu bara staðfesta at Smyril Line av ókendum orðsøkum hevur brúkt aðrar Havnir og harvið brotið avtaluna hóast Kommunan hevur hildið sín part. 

– Tá so Norrøna í vetur legði at bryggju í nýggju Havnini í Kollafirði – fleyt bikarið yvir og vit avgjørdu á nevndarfundi at siga avtaluna við Smyril Line upp og krevja reiðarríðinum eftir endurgjaldið.

Umhugsað stevning
Atli Justinussen, formaður í Klaksvíkar Havn, sigur at enn hava teir ikki fingið svar frá Smyril Line. 

– Vit hava sum sagt sent teimum endurgjaldskrav fyri at hava brotið avtaluna og um so er, at teir ikki vilja gjaldað, so mugu vit umhugsað aðrar møguleikar. 

Bygnaðarbroytingar á veg
Formaðurin í Havnanevndini sigur at teir arbeiða í løtuni við ymiskum ætlanum og m.a. verða bygnaðarbroytingar settar í verk í næstum. Byrjað var at marknaðarføra Norðhavnina í fjør og hóast fleiri fyrispurningar hevur hetta arbeiði ikki enn givið konkret úrslit.