Seinnapartin mikudagin skipaði Klaksvíkar kommuna fyri fráfaringarløtu til heiðurs fyri Sólfríð Heinesen, í sambandi við at hon hevur tikið avgerð um at fara frá fyri aldur eftir góð 27 ár í starvi í býráðsumsitingini.
Seinnapartin mikudagin skipaði Klaksvíkar kommuna fyri fráfaringarløtu til heiðurs fyri Sólfríð Heinesen, í sambandi við at hon hevur tikið avgerð um at fara frá fyri aldur eftir góð 27 ár í starvi í býráðsumsitingini.
Í heiðursrøðu sínari fyri Sólfríð Heinesen greiddi Jógvan Skorheim, borgarstjóri, frá teimum fjølbroyttu uppgávum, hon hevur røkt síðan 1. oktober 1989, tá ið hon byrjaði í starvi sum skrivari hjá borgarstjóranum og býráðsskrivaranum. Frammanundan hevði Sólfríð verið í bankalæru, og síðan hevði hon arbeitt í bókhaldsvirkinum hjá Ísaki Mikladal.
Umframt at virka sum skrivari hjá leiðslu og nevndum var uppgávan hjá Sólfríð eisini at røkja telefonvekslaran, tvs. allar telefonsamrøður inn í býráðshúsið fóru umvegis hana. Seinni vórðu umleggingar gjørdar, sum førdu til, at Sólfríð fekk fleiri fulltrúaábyrgdir og uppgávur at røkja, herundir at avgreiða allar lønirnar hjá kommununi, umframt bókhaldsarbeiði og skrivarauppgávur fyri fleiri av nevndunum, eitt nú kirkjugarðsstýrið.
Í røðu sínari legði borgarstjórin dent á at lýsa dygdirnar hjá Sólfríð, har hann eitt nú nevndi hennara góðu evnir at umgangast fólk og at takkla truplar støður og hennara sterka loyalitet og trúfesti í starvinum, har hon hevur starvast undir íalt 5 borgarstjórum. Eftir røðuna handaði borgarstjórin Sólfríð blómutyssi og ein málning sum viðurkenning og tøkk fyri trúgva tænastu.
Væl av fólki var møtt til fráfaringarløtuna, sum var í býráðshøllini, har bæði núverandi og fyrrverandi starvsfelagar, nevnar- og býráðslimir nýttu høvið at heilsa upp á Sólfríð og bera henni heilsanir. Eitt nú Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri, og Hanus á Gørðum, prestur, vegna kirkjugarðsstýrið.
Solby Christiansdóttir, dóttir Sólfríð, segði nøkur orð til mammuna vegna familjuna, og at enda takkaði Sólfríð fyri heilsanir og gávur og fyri tey mongu góðu ár, hon hevur havt í starvi hjá Klaksvíkar kommunu.




