Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Kommuna: Umsókn um upptøku á løgtingsvallista

Danial Viðoy

Føroyingar sum lesa uttanlands, skulu skrásetast fyri at hava atkvøðurætt til løgtingsvalið 1. september. Tíðindaskriv frá Klaksvíkar Kommunu.

Føroyingar sum lesa uttanlands, skulu skrásetast fyri at hava atkvøðurætt til løgtingsvalið 1. september. Tíðindaskriv frá Klaksvíkar Kommunu.

Løgtingsval er útskrivað til 1. september 2015, og lesandi føroyingar uttanlands skulu søkja um upptøku á løgtingsvallista fyri at hava atkvøðurætt. Harumframt skulu ávísar treytir lúkast – les meira um tær umvegis leinkjuna niðanfyri.

Tey, ið lúka treytirnar fyri upptøku á løgtingsvallistanum, kunnu lata inn umsókn í Miðlan á Nólsoyar Pálsgøtu 32. Í hesum sambandi hevur Miðlan opið til kl.19 bæði týsdagin 4. august og mikudagin 5. august.

Til ber eisini at lata inn umsóknina umvegis teldupost. Hetta gerst við at fylla út umsóknarskjalið og senda tað til klaksvik@klaksvik.fo

Umsóknin skal latast inn í seinasta lagi hósdagin 6. august kl.12.