Í móttøkuni í nýggju hølunum hjá Gigni í Húsinum á Fornagørðum í Klaksvík staðfesti Bjarta Vilhelm, stjóri, at Klaksvíkar kommuna veitir stovni hennara tær bestu hølisumstøðurnar í landinum.
Deildin hjá Gigni í Klaksvík er nú flutt í nýggj og snotulig hølir á veghæddini í Húsinum á Fornagørðum, sum Klaksvíkar kommuna hevur útvegað, og í tí sambandi skipaðu Gigni og Klaksvíkar kommuna fyri almennari móttøku í hølunum hósdagin 10. mars 2016 frá kl. 14 til 16, har fitt av fólki møttu at síggja umstøðurnar og heilsa upp á starvsfólk.
Móttøkan byrjaði við lítlari hátíðarløtu, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri, Bjarta Vilhelm, stjóri í Gigni, og Jóhann Lützen, formaður í trivnaðarnevndini børn & ung bóru fram heilsanir.
Tað var ein fegin Bjarta Vilhelm, sum tók orðið hendan dagn. Millum annað takkaði hon Klaksvíkar kommunu fyri fyrimyndarligt samstarv, stórsinni og høga raðfesting av hølisviðurskiftunum hjá Gigni. Úrslitið av hesum er, at Gigni í Klaksvík hevur tær bestu umstøðurnar at virka undir.
Hátíðarløtan endaði við, at Hans Andrias Jacobsen sang nakrar sangir.
Bygningurin hjá BankNordik við Klaksvíksvegin í Klaksvík eitur nú Húsið á Fornagørðum, sum kemst av, at bygningurin liggur á Fornagørðum, sum er gamalt staðarnavn í Klaksvík.
Í hesum bygningi hevur Klaksvíkar kommuna – í sera góðum samstarvi við ymsar almennar stovnar – innrættað hølir til fleiri ymsar deildir og tænastur innan trivnaðarøkið og barna- og ungdómsøkið.
Húsið á Fornagørðum er í trimum hæddum, har ovasta hæddin í løtuni hýsir Barnaverndar-tænastuni í Norðoyggjum, Námsfrøðiligu Ráðgevingini og deildini hjá Sernámi í Norðoyggjum, sum har fáa gagn av at verða undir sama taki og í góðum umstøðum.
Miðhæddin á Fornagørðum verður um eina tíð innrættað til áður nevndu stovnar, sum tá flyta niður á miðhæddina, samstundis sum Heilsutrygd fer at flyta inn á ovastu hædd.
Umleið helmingurin av niðastu hædd, veghæddini, er nú innrættaður til Gigni – Heilsufrøði til børn & ung – sum nú er flutt inn í hesi nýggju hølini í Húsinum á Fornagørðum í Klaksvík. Samstundis verður arbeitt við at fyrireika innrætting av restini av veghæddini til aðrar stovnar innan málsøki, sum kunnu fáa gagn og gleði av at verða undir sama taki.
Dagliga starvast Maria Matras og Karin Lassen, heilsufrøðingar, á deildini hjá Gigni í Húsinum á Fornagørðum.




